Mourinho helst aftur til Real

Real Madrid fær nýggjan venjara - sí listan við favorittunum her.

Nógv bendir á, at tann nýliga frákoyrdi Manchester United-venjarin, José Mourinho, aftur skal verða venjari hjá Real Madrid, har hann eisini var venjari árini 2010 til 2013.


Tað stendur illa til hjá Real Madrid, sum nýliga er rokið úr bæði steypakapping og Champions League. Eisini í landskappingini er Real Madrid dragnað somikið nógv, at meistaravónirnar stórt sæð eru horvnar.


Fyribils-venjarin hjá Real Madrid, Santiago Solari, sleppur neyvan at sita longur enn í mesta lagi hetta kappingarárið út, og miðlar og veddingarfyritøkur eru á einum máli um, at José Mourinho er stórfavorittur at taka við.


Enska blaðið The Telegraph skrivar, at tað er so gott sum 100% víst, at Real Madrid fer at bjóða Mourinho starvið, men sjálvur sigur Mourinho við El Churinguito, at hann enn einki hevur hoyrt frá felagnum.


Odds – næsti Real Madrid-venjari:

José Mourinho 1,72

Mauricio Pochettino 4,50

Zinedine Zidane 6,00

Joachim Löw 8.50

Antonio Conte 10,00

Massimiliano Allegri 10,00

Raúl 13,00

Roberto Martinez 17,00

Jürgen Klopp 17,00


Kelda: Betfair