Leita á in.fo

Mynd: (Polfoto) José Mourinho, venjari hjá Manchester United

Tróndur Arge 18.05.2017 (15:17)

Mourinho í øðini inn á Premier League

José Mourinho, venjari hjá Manchester United, er í øðini inn á Premier League. Orsøkin er, at dysturin hjá Manchester United móti Crystal Palace ikki kann flytast til leygardagin, tá Manchester United nú skal spæla Europa League finalu mikudagin.

 

- Í øllum øðrum londum hevði dysturin verið fluttur til leygardag. Vit eru nummar seks og tað kann ikki broytast, meðan Crystal Palace er tryggjað í deildini, sigur José Mourinho.

 

Í Premier League er siður, at øll liðini spæla seinasta umfar í senn, men venjarin hjá Manchester United heldur, at í somu løtu at Crystal Palace tryggjaði sær plássið í deildini, og Manchester United ikki kundi flyta frá sætta plássinum, so skuldi dysturin verið fluttur.

 

José Mourinho viðgongur tó, at hann ikki hevur verið í samband við leiðsluna í Premier League. Hann sigur, at hann ikki tímir at brúka tíð upp á tað, tí tað er ein dystur, sum longu er taptur.

 

Sunnudagin spælir Manchester United við fleiri ungum spælarum, sum ikki hava spælt á besta liðnum fyrr. Hann segði á tíðindafundinum í gjár, at hann vónandi at venjarin hjá Crystal Palace, Sam Allerdyce, fór at taka tað róligt í dystinum.

 

- Vónandi biður hann Wilfred Zaha taka tað róligt og letur Christian Benteke sita heima, sigur José Mourinho.

 

Manchester United skal mikukvøldið spæla Europa League finaluna móti Ajax. Dysturin er risatýdning kappingarárið hjá Manchetser United, tí vinnur felagið fylgir eitt atgongumerki til bólkaspælið í Champions League.