Leita á in.fo

Mynd: (Polfoto) Jose Mourinho (t.v.) tosar við Romelu Lukaku og Paul Pogba (t.h)

Tróndur Arge 02.01.2018 (18:03)

Mourinho langar út eftir Paul Scholes

Manchester United vann í gjár 2-0 á Everton í Premier League. Sigurin er tann fyrsti í fýra dystum, eftir tríggjar javnleikir upp í slag í Premier League. Ein av teimum, sum hevur verið kritiskur av avrikunum hjá serliga Paul Pogba, er fyrrverandi miðvallarin Paul Scholes. Hann fekk av grovfíluni eftir dystin.

 

- Paul Scholes bara finst at. Hann viðmerkir ikki, men finst bara at. Tað er ikki Paul Pogba, su hevur skyldina av, at hann tjenar fleiri pengar enn Paul Scholes. Soleiðis er fótbóltur. Paul Scholes fer í søguna sum ein framúr fótbóltsspælari, men ikki sum viðmerkjari, sigur Jose Mourinho, venjari hjá Manchester United, á tíðindafundinum eftir dystin móti Everton.

 

Paul Schole hevur í vikuni funnist at, at Paul Pogba bara gongur og melur á miðvøllinum, umframt at hann ikki er í form. Jose Mourinho hevur verið í ringum lag seinasta mánaðin, har alt frá dómarum, fegnum Manchester City spælarum, pengaforbrúkið hjá mótstøðuliðunum, til skráin hjá Premier League hevur verið uppi at venda.

 

- Um Paul Scholes eina ferð velur at blíva venjari, so vóni eg at hann megnar 25 prosent av mínum brøgdnum. Tað eru seks steyp. Í mínum hugaheimi er Paul Scholes ein framúrskarandi fótbóltsspælari, men ikki allir fótbóltsspælarar nýtast at verða framúrskarandi, sigur Jose Mourinho.

 

Hóast Manchester United hevur verið gjøgnum eina torføra tíð, so liggjur Manchester United á triðja plássi, men hevur spælt ein dyst færri enn Cheslea á øðrum plássi.


Veitst tú eina góða søgu? Skriva til okkara á red(at)in.fo
Les ella lýs í Lýsingartorginum – trýst her