Neistin fór við fyrstu finaluni eftir longdari leiktíð

H71 var um at venda dystinum á høvdið, men Neistamenn riðu royndina av.


H71 - Neistin 28-30 eftir longda leiktíð (24-24 / 12-14)

 

Les alt um avgerandi hondbóltsumfarið hjá bæði kvinnum og monnum í Sosialinum, ið kemur í sølubúðirnar mánadagin

 

Í dag var fyrsta finalan um FM hjá monnum leikt í Hoyvíkshøllini.

Tað eru H71 og Neistin, ið leika upp í fimm finalur. Fyrst upp í tríggjar sigrar er Føroyameistari.

 

Og tað gjørdist eins javnt og væntað, og hetta bar fyrsta løtan eisini boð um.

Liðini skiftust um at skora - heldur sjáldan - og sera nógvir teprir nærdystir løgdu sín dám á dystin.

 

Liðini skiftust nakað um leiðsluna, men seinastu løtuna av fyrra hálvleiki lá betri fyri hjá Neistanum.

Neistin var eisini um at fáa eina leiðslu uppá trý mál við til hálvleiks, men Peter Krogh minkaði um munin við beinleiðis fríkasti tá ið tíðin var farin, og gjørdi hálvleiksstøðuna til 12-14 til Neistan.

 

Men hetta gav ikki H71 nakrar fyrimun. Ístaðin kundi Neistin økja upp í 14-18, og H71 royndi sítt besta at hanga í uttan at munurin minkaði nakað serligt.

 

Neistin hevði fult tamarhald á dystinum til seinastu tíggju minuttirnar. Tá kom H71 upp á javnt og so dandaði dysturin aftur og fram.

H71 brendi tveir fríar møguleikar at leggja seg á odda, men triðju ferð eydnaðist tað Pæturi Thomsen at gera støðuna til 24-23 til H71.

H71 hevði tamarhald á Neistaálopinum hesa løtuna, men burtur úr ongum skeyt Rasmus Søby eitt javnandi mál til 24-24 úr sera truplari støðu.

 

H71 hevði bóltin seinastu løtuna av dystinum, men tað eydnaðist ikki at avgera. Neistin fekk ein lítlan møguleika við fáum sekundum eftir, men tað eydnaðist heldur ikki.

 

Sostatt skuldi longd leiktíð avgera dystin, og fólk flest mundu halda at H71 hevði yvirvágnað at døma eftir seinastu løtuni.

Men so var ikki. Í staðin gingu fyrstu fimm minuttirnir uttan eitt einasta H71-mál, meðan Neistin revsaði hesum tríggjar ferðir.

 

Hetta gjørdist avgerandi. Neistin slepti ikki tamarhaldið aftur, og at enda gjørdist støðan 28-30 til Neistan, ið sostatt vann fyrsta sigurin í drúgva finaluumfarinum.

 

Liðini hittast aftur mikukvøldið 3. apríl klokkan 20.00 í Høllini á Hálsi.