Neistin-Kyndil 33-32 (27-27): Samrøður frá FM1

(FM1) Hoyr Teis Horn Rasmussen (Neistin) og Hjalta Mohr Jacobsen (Kyndil) seta orð á dramatisku 2. FM-hálvfinaluna


Teis Horn Rasmussen hjá Neistanum fangaði bóltin frá Kyndli við støðuna 32-32. Tað gav Neistanum møguleikan at skora sigursmálið til 33-32 (Savnsmynd)

Teis Horn Rasmussen hjá Neistanum fangaði bóltin frá Kyndli við støðuna 32-32. Tað gav Neistanum møguleikan at skora sigursmálið til 33-32 (Savnsmynd)

Neistin og Kyndil skulu eisini spæla ta triðju FM-hálvfinaluna.

 

Tað er veruleiki aftaná Neistin vann 2. FM-hálvfinaluna 33-32 aftaná longda leiktíð. Aftaná vanliga leiktíð stóð á jøvnum 27-27. Við støðuna 32-32 og á nippinum til eina brotskastskapping skoraði Neistin til 33-32 og tryggjaði sær rættin til triðju FM-hálvfinaluna.

 

Høgni Zachariassen gjørdist toppskjútti hjá Neistanum við átta málum. Tróndur Kragesteen skoraði sjey mál fyri Neistan. Toppskjútti hjá Kyndli gjørdist Hjalti Mohr Jacobsen við 12 málum. David Edvardsen skoraði átta mál fyri Kyndil.

 

TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr frá FM1:

 

1) Hoyr frásøgumannin hjá FM1, Sjúrð H. Hoydal siga frá endanum av dystinum í vanligu leiktíðini.


2) Hoyr Sjúrð H. Hoydal siga frá endanum av longdu leiktíðini. Teitur Joensen var viðmerkjari.


3) Hoyr samrøðuna Sjúrður H. Hoydal gjørdi við Teis Horn Rasmussen hjá Neistanum sum við støðuna 32-32 fangaði bóltin frá Kyndli, og tryggjaði, at Neistin slapp í seinasta álopið sum gav Neistanum møguleikan at skora sigursmálið.


4) Hoyr samrøðuna Sjúrður H. Hoydal gjørdi við Hjalta Mohr Jacobsen hjá Kyndli, ið súrt mátti staðfesta, at hansara 12 mál munaðu ikki nóg nógv tá samanum kom.


5) Hoyr Teit Joensen taka samanum dystin, ið hann lýsir eina góða reklamu fyri føroyskan hondbólt. Teitur er vísur í, at tað mikukvøldið verður eins javnt og dramatiskt millum liðini. 

 

FM1 sigur eisini frá 3. FM-hálvfinaluni millum Neistan og Kyndil, ið væntandi verður spæld mikukvøldið.