Neistin vann eftir øgiligt drama - H71 basti VÍF

Tað stendur á jøvnum í báðum hálvfinalunum, ið nú skulu avgerast mikukvøldið - H71 reisti seg ímóti VÍF og Neistin vann á Kyndli í evstu løtu av longdu leiktíðini


Rune Olsen skeyt avgerandi málið móti Kyndli í evstu løtu av longdu leiktíðini

Rune Olsen skeyt avgerandi málið móti Kyndli í evstu løtu av longdu leiktíðini

H71 - VÍF 28-25 (15-16)

Neistin - Kyndil 33-22 eftir longda leiktíð (27-27) (9-12)

 

Les alt um hálvfinalurnar í ÍtrottarSosialinum, ið kemur í sølubúðirnar mánadagin

 

Landskappingin hjá monnum, Okkaradeildin, rakk fyribils tindinum av spenningi í dag, tá ið aðru hálvfinalurnar skuldu leikast.

VÍF kundi spæla seg í finaluna við sigri á H71, eins og Kyndil kundi við sigri á Neistanum.

 

Lagt var fyri í Hoyvík, har H71 skuldi reisa seg eftir stórtapið í fyrra dystinum. Tíbetur fyri hoyvíkingar hevur málúrtøkan einki at siga í hesum endaspælinum, so teir kundu byrja frá 0-0.

Og tað vóru eisini hoyvíkingar, ið høvdu um endan meginpartin av dystinum. Teir høvdu hug at vera á odda fyri tað mesta, og vóru á odda við einum máli í hálvleikinum.

 

Í seinna hálvleiki fór veruliga at bragda hjá H71. Tá ið H71 legði seg seks mál fram um eftir tíggju minuttir av seinna hálvleiki, mundu tey flestu halda at H71 fór at gera verkið liðugt.

Men vestmenningar lótu seg ikki syfta so. Tíverri fyri vestmenningar, so bíðaðu teir í so leingi við at finna stórspælið fram. Frá at átta minuttir vóru eftir at leika til knappir tríggir minuttir restaðu í skoraði VÍF fýra ferðir á rað, og fjáltur kom sanniliga á heimaliðið. VÍF hevði møguleikan at minka niður í eitt mál á muni við minni enn einum minutti eftir, men noyddust at gera skjótt av. Hetta kostaði, so at H71 kundi skjóta sítt fyrsta mál í einar átta minuttir, og so var dysturin avgjørdur við úrslitinum 28-25.

 

Neistin - Kyndil 33-22 eftir longda leiktíð (27-27) (9-12)

Tá ið dysturin í Hoyvík var av skuldu havnarliðini spæla.

Eins og í øllum dystum millum feløgini í ár, so leikaði javnt á frá byrjan, og leiðslan skifti oftari enn tíðindafólkið hjá Miðlahúsinum dugdi at telja.

Men seinastu løtuna av fyrra hálvleiki fór Kyndil at renna undan. Eftir fýra mál á rað fingu kyndilsmenn eina frástøðu, ið lendi á trimum málum í hálvleikinum.

 

Í seinna hálvleiki skuldi okkurt eydnast hjá Neistanum, og tað gjørdi tað eisini.

Neistamenn tóku yvirvágnað, og tóku eisini leiðsluna stutt inni í seinna hálvleiki. Og so javnaði dysturin seg. Púrasta. Liðini fóru at býta málini ímillum sín, og hóast Neistin hómaði sigurin við tveimum málum til sín fyrimun, eydnaðist tað Kyndli fyrst at javna, og síðani fingu teir grønu møguleikan at leggja seg á odda við knøppum minutti eftir.

 

Hetta eydnaðist ikki, og Neistin fekk møguleikan - og tók heldur ikki av. So skuldi dysturin í longda leiktíð, har leikast skuldi tvær ferðir fimm minuttir.

Neistin kom betri frá teimum fyrstu fimm og var á odda í stutta steðginum, men Kyndil tók leiðsluna aftur.

 

Men tað var trupult at varðveita leiðsluna í hesum dysti, og í staðin fór hon aftur til teir bláu.

Tað var púra javnt í seinasta minuttinum, tá ið Neistin spældi eitt langt álop og fekk bóltin inn á strikuna har Rune Olsen fekk avgerandi málið

 

Sostatt vann Neistin drúgva og dramatiska dystin við 33-32, og syrgdi fyri at ein triðja og avgerandi hálvfinala skal spælast mikukvøldið.