Neistin: Vit høvdu heldur ikki spælt dystin í Havn

VB hevur ikki spælt dyst tvey tey seinastu vikuskiftini, men tað er ikki ferðin til Suðuroyar, ið er trupullekin hjá Neistanum


Drós Ragnarsdóttir er ein av fleiri skaðadarvaðum neistaleikarum

Drós Ragnarsdóttir er ein av fleiri skaðadarvaðum neistaleikarum

Ein afturvendandi trupulleiki í ítrottinum, hevur verið at mótstøðulið ikki møta til dystir.

Suðurrás skrivar í dag, at bæði í hond- og fótbólti eru fleiri dystir avlýstir seinastu tíðina.

Kvinnuliðið hjá VB í 1. deild í hondbólti hevur ikki fingið mótstøðu seinastu tvey vikuskiftini. Í dag var ein dystur ímillum VB og Neistan á skránni, men hann var avlýstur.

 

Suðurrás ger niðurstøðina at "hondbólts- og fótbóltslið tíma ikki at møta í Suðuroynni.

 

Neistin hevði heldur ikki spælt í Havn

Claus Rasmussen er hjálparvenjari hjá neistakvinnum, og hann harmast um at verða lagdur undir at ikki tíma til Suðuroyðar at spæla.

Hann greiðir frá, at ferðin til Vágs hevur onga orsøk til at dysturin varð avlýstur.

Tað bar rætt og slætt ikki til hjá 1. deild hjá Neistanum at manna lið leygardagin. Hetta liðið er vanliga mannað av teimum leikarunum frá fremsta liðnum, ið ikki fáa so nógva leiktíð, saman við nøkrum yngri leikarum.

Fremsta kvinnuliðið er í hesum døgum í stórum stríði um finaluplássið í SMS-deildini, samstundis sum liðið er darvað av nógvum skaðum.

Millum annað Drós Ragnarsdóttir, Jenny Kragesteen og Stina Madsen eru ikki førar fyri at leika, og har eru ikki nógvir leikarar eftir at spæla við 1. deild.

 

Fyri at manna liðið var einasti møguleikin hjá Neistanum at senda eitt lið frá gentum 16 við nøkrum afturat sær til Vágs, og hetta var eisini roynt sigur Claus Rasmussen.

Tær ungu av besta kvinnuliðnum, sum eitt nú Hjørdis Viðstein, Ingunn Kristina Persson og Sólbjørt Høj høvdu ikki sloppið at spælt nakað serligt, tí tær skulu vera til reiðar til dyst ímóti StÍF sunnudagin, greiðir Claus Rasmussen frá.

Trupulleikin var kortini at gentur 16 hjá Neistanum skuldu eisini spæla leygardagin, men felagið fekk flutt hendan dystin og avgreitt hann. So kundi liðið vera mannað við nøkrum fáum vaksnum leikarum og so gentum 16 og tveimum frá gentum 15.

 

 

Seint fríggjakvøldið ferhendan ætlanin kortini fyri skeytið. Tá koma boð um at tveir leikarar liggja við krími og Stina Madsen, ið venur 1. deildarliðið fer í skundi til bráðfeingis skurðviðgerð á sjúkrahúsinum. Claus Rasmussen játtar at fara til Suðuroyar við liðnum, men við teimum sjúku leikarunum, eru bara blaðungir leikarar eftir. Og venjarin vil ikki lata tær spæla vaksnamannadystin uttan nakran vaksnan á liðnum.

 

Neistin boðar VB frá, at Neistin ikki fær møtt upp, og hetta er harmiligt í sær sjálvum, sigur neistavenjarin.

 

Bæði Claus Rasmussen sjálvur, og høvuðsvenjarin hjá Neistanum, Kári Horn, hava báðir verið venjarar hjá VB áður, og teir kenna trupulleikan við at fáa fólk til Suðuroyar at spæla.

Hann harmast kortini um at felagið verður lagt undir at ikki tíma at spæla í Suðuroy, tí hann heldur at allar loysnir vóru royndar fyri at spæla dystin.

"Vit høvdu heldur ikki spælt dystin í Havn, staðfestir Claus Rasmussen at enda.

Drós Ragnarsdóttir er ein av fleiri skaðadarvaðum neistaleikarum