Leita á in.fo

Jaspur Langgaard, stjóri í KREA, leggur nýggju Intranetskipanina fram fyri feløgunum - Mynd: Andrass Thomsen

Tróndur Arge 06.12.2018 (12:25)

Nevndararbeiðið skal gerast lættari

Fyri at lætta um tað stóra og sjálvbodna arbeiði í føroysku fótbóltsfeløgunum, hevur FSF, saman við veitara, ment eina intranetskipan, ið millum annað skal gera nevndararbeiðið í feløgunum lættari. Júst nevndararbeiði og økta ábyrgdin hjá nevndarlimum og nevndum hevur verið uppi og vent á formansfundinum, sum var á Malta. Her er stór semja um, at tað er ov møtumikið at sita í nevnd, tá talan er um sjálvboðið arbeiði.

 

Í eina tíð hevur verið arbeitt við einari Intranetskipan, ið føroysku fótbóltsfeløgini kring landið skulu brúka. Skipanin er gjørd við tí endamáli, at lætta um hjá teimum, ið fáast við nevndararbeiði í feløgunum. Millum annað við at savna alt viðkomandi tilfar í eina skipan, ið øll feløgini hava atgongd til, skrivar FSF.fo.

 

Intranetskipanin er ment í samstarvi við KT-fyritøkuna KREA í Saltangará. Týsdagin var introskeið á Svangaskarði á Toftum fyri nøkrum av feløgunum, og hósdagin verður skeiðið í FSF-húsinum í Havn.

 

- Vit arbeiða alla tíðina við at gera umstøðurnar hjá feløgunum betri. Tað verður gjørt eitt ómetaliga stórt sjálvboði arbeiði í feløgunum kring landið. FSF ynskir tí at geva feløgunum so góðar arbeiðsumstøður sum tilber, og hendan skipanin kemur vónandi at hjálpa væl til, sigur Virgar Hvidbro, aðalskrivari í Fótbóltssambandi Føroya, við heimasíðuna hjá FSF.


Veitst tú eina góða søgu? Skriva til okkara á red(at)in.fo
Les ella lýs í Lýsingartorginum – trýst her