30 leikarar úttiknir til landsliðsvenjing

Hondbóltslandsliðið hjá monnum fyrireikar seg til dystirnar ímóti Montenegro og Danmark við stórum hópi

Har er stór kapping um tey 16 plássini til komandi landsdystirnar ímóti Montenegro og Danmark

Har er stór kapping um tey 16 plássini til komandi landsdystirnar ímóti Montenegro og Danmark

Føroyska manslandsliðið í hondbólti skal um ein mánað, 13. og 16. juni spæla seinastu dystirnar í undankappingini til EM 2020, ímóti ávikasist Montenegro og Danmark.

Sonni Larsen, landsliðsvenjari, hevur valt at kalla 30 leikarar inn til venjingarnar, ið fara fram í trimum tíðarskeiðum. Fyrstu venjingarnar eru 24. til 26. mai, síðani 30. mai til 2. juni og at enda 7. juni til 9. juni.

Summir av leikarunum koma at skiftast, so at hópurin er ímillum 26 og 28 leikarar til hvørja venjing.

 

Hesir 30 leikarar eru úttiknir:

 

Hørður Trygvason (30/5-2/6 + 7/6-9/6) H71

Mikkjal Hansen (24/5-26/5) Neistin

Nicholas Satchwell Neistin

Niklas Simonsen TMT Tønder

Tórður Guttesen Kyndil

Høgni Zachariassen (24/5-26/5) Neistin

Leivur Mortensen (30/5-2/6) H71

Rói Berg Hansen FIF

Rúni Joensen KÍF

Sjúrður Olsen VÍF

Brandur Halgirsson H71

Eirikur Simonsen FFI

Friði Weyhe Aars HK

Hans Eli Sigurbjørnsson KÍF

Peter Krogh H71

Hilmar Leon Jakobsen H71

Teis Horn Rasmussen (7/6-9/6) Neistin

Bartal Klein Olsen Kyndil

Jónas Gunnarsson Djurhuus Viking Stavanger

Tróndur Kragesteen Neistin

Áki Egilsnes KA

Kjartan Johansen Viking Stavanger

Sámal á Tjaldrafløtti Team Klaksvík

Allan Norðberg KA

Nicklas Selvig Stavanger

Pætur Thomsen H71

Helgi Hildarson Hoydal Viking Stavanger

Rókur Akralíð (Ikki 30/5-2/6) HEI

Rógvi Dal Christiansen Kyndil

Pætur Mikkjalsson  Neistin

 

 

Har er stór kapping um tey 16 plássini til komandi landsdystirnar ímóti Montenegro og Danmark