AB hevur leigað nýggjan málverja

Heðin Stenberg er so mikið skaddur í knænum, at hann er ikki førur fyri at spæla seinnapartin og næstu ferðirnar


Tað verður nýggjur maður millum stólparnar, tá ið AB seinnapartin fer á vøllin í Hólmanum á Eiði.

Veteranurin, sum plagar at verja AB málið, er so mikið illa skaddur, at hann er ikki førur fyri at spæla ídag og verður tað eftir øllum at døma heldur ikki skírisdag, tá ið sætta umfar verður.

Heðin Stenberg er skaddur í knænum. Fyri einum stórum mánað síðani boðaði AB frá, at felagið hevði skrivað undir sáttmála við 20 ára gamla Christopher Nødskov Frydelund Kristensen, sum hevur verið málverji í Boldklubben Søllerød Vedbæk í triðibestu donsku deildini.

Men danski málverjin er farin til hús aftur, og tí var neyðugt hjá AB at leiga annan málverja, og tað hevur felagið gjørt.

Tað verður Mattias Lamhauge, sum fer at verja AB málið á Eiði ídag. Hann vardi málið hjá HB í fyrstu deild ígjár, og í dag fer hann at verja málið hjá AB í bestu deildini.

Tá ið tað í fjør barst Heðini Stenberg frá at verja AB málið í tveimum dystum á heimavølli, varð Mattias Lamhauge leigaður úr HB. Tá vardi Mattias Lamhauge AB málið 19. august ímóti B36 (1-1) og 23. august ímóti NSÍ (0-2).

Frammanundan var skaðalistin hjá AB ivaleysa langur. Eitt nú er tað rættiliga ivasamt, um veteranurin og fyrrverandi EB/Streymaspælarin Bárður Olsen verður førur fyri at spæla ídag. Miðverjin Leivur Holm Joensen er burturstaddur.

Hjá EB/Streymi er talan um ikki sørt av lagnudysti, nú liðið einki stig hevur vunnið í fýra teimum fyrstu umførunum.

Tað kemur illa við, at ein av stuðulsspælarunum, Gestur Bogason Dam, sum hevur verið brúktur í øllum trimum ketunum, ikki verður við ídag. Hann hevur koykt fótin illa.

Millum hinar á skaðalistanum eru miðverjin Andras Olsen, miðvallarin Arnar Dam og álopsspælarin Leif Niclasen.