Ásá og Nadja spældu sín fyrsta landsdyst

Samanlagt fingu tríggir spælarar debut í Litava


Mynd: (FSF) Ása á Reynatúgvu og Nadja Dam Johannesen

Mynd: (FSF) Ása á Reynatúgvu og Nadja Dam Johannesen

Føroyska kvinnulandsliðið seinastu dagarnar verið í Litava, har liðið hevur spælt tveir landsdystir. Báðir vóru móti Litava og báðir endaðu við javnleiki. Fyrri dysturin, sum verður altjóða skrásettur, endaði við 2-2 javnleiki. Heidi Sevdal skoraði bæði málini.

##med2## 

Týsdagin spældi liðini aftur, men hesa ferð bleiv dysturin ikki altjóða góðkendur. Her endaði við javnleiki 1-1. Birita B. Nielsen javnaði við seinasta sparkinum í dystinum. Hetta er eisini ein sermerktur dystur fyri Ásu á Reynatúgvu og Nadju Dam Johannesen. Tær spældu báðar sín fyrsta dyst fyri A-landsliðið. Til dagligt spæla tær við HB.

 ##med3##

Í fyrra dystinum fekk ein annar spælari hjá HB eisini sínar fyrstu minuttir fyri A-landsliðið. Talan er um Juliu Naomi Mortensen, sum eisini bleiv kosin til ársins ungi spælari í 2018. Um vikuskiftið verður aftur umfari í Betri deildini.

Betri deildin kvinnur 5. umfar:

Sunnudagin

EB/Streymur/Skála – KÍ (13.00)

HB – ÍF/Víkingur/B68 (15.00)

Mynd: (FSF) Ása á Reynatúgvu og Nadja Dam Johannesen