Atli Gregersen fingið leikbann

Liðskiparin hjá Víkingi fekk reyða kortið eftir dystarenda

Lagið var einki serliga í leguni hjá Víkingi, tá dómarin bríkslaði fyri seinastu ferð í 1-1 javnleikinum móti EB/Streymi mánakvøldið. Eftir dystarenda fekk Atli Gregersen sítt seinna gula kort, tá hann hevði ov nógv.

Kappingarnevndin hjá Fótbóltssambandinum nú givið Atla Gregersen leikbann í tveir dystir. Tað merkir, at hann skal sita uttanfyri í grannauppgerðini fríggjakvøldið móti ÍF, og í seinnu hálvfinaluni í kappingini um Løgmanssteypið, sum er móti Skála.

Hetta er annað reyða kortið hjá landsliðsliðskiparanum í hesum kappingarárinum. Hann fekk beinleiðis reytt kort, fyri at bjarga við hondini í 3-1 ósigrinum í Gundadali móti HB.