“Batman” skal hava nýggja masku

Adrian Justinussen spælir í løtuni við brotnari nøs


Mynd: (Álvur Haraldsen) Adrian Justinussen í "batman"-maskuni

Mynd: (Álvur Haraldsen) Adrian Justinussen í "batman"-maskuni

Í dag verður stóru steypadagur í føroyskum fótbólti. 16 lið skulu í eldin og bara átta sleppa víðari til fjórðingsfinalurnar. Millum annað er greitt, at trý feløg úr Betri deildini ikki koma víðari, tí tey møtast innanhýsis.

Í Gundadali tekur HB móti NSÍ. Liðini spældu javnleik 1-1 í 2. umfari í landskappingini. Í 3-1 sigrinum á Víkingi breyt Adrian Justinussen nøsina. Til grannauppgerðina móti B36 spældi hann í eini masku, sum tó tóktist órógva hann eitt sindur.

Úr HB skilst, at Adrian Justinussen, sum nærmast líkist Batman í maskuni, skal hava eina nýggja masku. Hesa ferð verður hon gjøgnumskygd og gjørdi til júst andlitið hjá málsøkna vonginum. Spurningurin er bara um nýggja maskan verður klár til dystin í dag.

Skráin fyri 1. umfar í kappingini um Løgmanssteypið í dag er:

13:00             ROYN            B68

16:30             HB                 NSÍ

18:00             Undrið FF      KÍ

18:00             TB                 FC Suðuroy

18:00             SKÁLA           AB

18:15             B71               ÍF

19:00             EB/Streymur Víkingur

19:00             B36               07 Vestur

Mynd: (Álvur Haraldsen) Adrian Justinussen í "batman"-maskuni

Mynd: (Álvur Haraldsen) Adrian Justinussen í dysti móti B36 sunnudagin