Svøríki bjargaði sær eitt stig

Russland hevði sigurin í pottinum, men Svøríki fekk javnað heilt ímóti dystarenda


Tveir dystir eru leiktir í EM millumbólki 1 í EM-endaspælinum í Póllandi í dag.

 

Fyri løtu síðani endaði dysturin millum Svøríki og Russland. Russland var á odda 28-26, tá lítið meir enn ein hálvur minuttur var eftir, men Svøríki megnaði við tveimum málum at koma uppá javnleik 28-28, og harvið bjarga sær eitt stig. Tað verður tó torført hjá svenskarum at vinna seg í hálvfinaluna við bert einum stigi aftaná tríggjar dystir. Johan Jakobsson gjørdist toppskjútti hjá Svøríki við níggju málum. 

 

Fyrr í dag vann Týskland 29-19 (17-9) á Ungarn. Týskarar hava nú fýra stig, og leggja trýst á Danmark og Spania. Ungarn hevur framvegis einki stig aftaná tríggjar dystir. 

 

Støðan í EM millumbólki 1 : 

 

1Spania220056:514
2Danmark220061:474
3Týskland320185:774
4Russland311180:853
5Svøríki301276:791
6Ungarn300367:860

 

Komandi dystirnir í EM millumbólki 1 :


24.01 17:15Týskland:Russland
24.01 19:30Spania:Danmark