Clayton varpaði ÍF úr steypakappingini

Løgmanssteypið: B71 og B68 í næstbestu deildini vera við í fjórðingsfinaluni


Tað lagaði seg soleiðis í kvøld, sum tað kundi roknast við, tá ið kappingin um løgmassteypið var á skránni.

Favorittarnir vunnu. Størsta favorittsigurin vann KÍ, sum smurdi Undrið av 13-1. Klaksvíkingar gjørdu øll fjúrtan málini!

##med2##

Undantakið frá favorittsigrunum var á Sandi, har B71 vann 1-0 ímóti ÍF. Einasti málskjúttin var fyrrverandi ÍF toppskjúttin Clayton Soares, sum skoraði, tá ið seinni hálvleikur var tíggju minuttir gamal.

Saman við B71 er B68 umboðið úr næstbestu deildini í fjórðingsfinaluni. B68 vann tíðliga seinnapartin 4-0 á útivølli ímóti Royn.

Umframt ÍF vórðu trý onnur lið í bestu deildini vórðu í dag varpað úr steypakappingini.

NSÍ tapti 2-1 í Gundadali ímóti HB og er harvið ikki longur partur av ársins kapping um løgmanssteypið.

AB tapti í kvøld 1-0 á Skála, og harvið er luttøkan hjá AB í ársins steypakapping av.

Víkingur vann sannførandi 6-2 sigur í Hólmanum á Eiði, og harvið er EB/Streymur ikki longur partur av ársins steypakapping.

TB var frammanfyri 2-0, áðrenn grannarnir og fyrrverandi liðfelagarnir í FC Suðuroy svaraðu aftur. FC Suðuroy minkaði um munin til 2-1, men tað verður TB, sum heldur fram í steypakappingini.

B36 vann 4-0 á heimavølli ímóti 07 Vestur. 07 Vestur er einasta av teimum trimum í næstbestu deildini, sum spældu í dag, og sum ikki megnaði at spæla seg víðari í fjórðingsfinaluna.

 

Royn – B68 0-4 (0-1)

0-1: Otto Reinert Petersen

0-2: Debes Danielsen

0-3: Áki Johannesen

0-4: Debes Danielsen

 

HB – NSÍ 2-1 (0-0)

1-0: Jógvan Skeel Nolsøe

1-1: Klæmint A. Olsen

2-1: Pætur J. Petersen

 

Undrið – KÍ 1-13 (0-7)

0-1: Jonn Johannesen

0-2: Patrick Johannesen

0-3: Jonn Johannesen

0-4: Patrick Johannesen

0-5: Jonn Johannesen

0-6: Patrick Johannesen

0-7: Boris Dosljak

0-8: Patrick Johannesen

0-9: Jóannes Bjartalíð br

0-10: Jóannes K. Danielsen

0-11: Jóannes K. Danielsen

0-12: Jóannes Bjartalíð

1-12: sjálvmál

1-13: Jonn Johannesen

 

Skála-AB 1-0 (0-0)

1-0: Andreas Egeberg Jacobsen

 

TB – FC Suðuroy 2-1 (1-0)

1-0: Dánjal Godtfred

2-0: Nikolei Johannesen

2-1: Dávid Lisberg

 

B71-ÍF 1-0 (0-0)

1-0: Clayton Soares

 

EB/Streymur – Víkingur 2-6 (1-3)

0-1: sjálvmál

1-1: Steffan Løkin

1-2: Atli Gregersen

1-3: Philip Djordjevic

2-3: Steffan Løkin

2-4: Adeshina Lawal

2-5: Gunnar Vatnhamar

2-6: Adeshina Lawal

 

B36 – 07 Vestur 4-0 (1-0)

1-0: Árni Frederiksberg

2-0: Árni Frederiksberg

3-0: Brian Jakobsen

4-0: Ragnar Samuelsen