Damir dømur Champions League finaluna

Champions League: UEFA hevur nú ásett dómarar til finaluna 1. juni

Mynd: Damir Skomina skal døma Champions League finaluna, sum verður 1. juni millum Tottenham og Liverpool

Mynd: Damir Skomina skal døma Champions League finaluna, sum verður 1. juni millum Tottenham og Liverpool

UEFA hevur í dag kunngjørt, at dómarin til Champions League finaluna 1. juni í Madrid millum Tottenham og Liverpool, verður slovenski Damir Skomina.

Hann er 43 ára gamal og hevur dømt síðani 1995. Hann hevur verið FIFA-dómari síðani 2003. Hann hevur verið dómari í fýra dystum í Champions League kappingini í hesum kappingarárinum. Millum annað var hann dómari, tá Liverpool vann avgerandi bólkadystin móti Napoli, og tá Manchester United vann 3-1 á Paris Saint-Germain.

Heimasíðan Plbold.dk skrivar eisini, at Damir Skomina hevur dømt fimm altjóða dystir hjá Liverpool, har bara tann eini er endaður við sigri til Liverpool. Hartil hevur hann verið dómari í trimum av altjóða dystunum hjá Tottenham. Tveir eru endaðir við javnleiki og ein sigur til London-felagið.

Champions League finalan verður 1. juni Metropolitan leikvøllinum í spanska høvðusstaðnum, Madrid.

Mynd: Damir Skomina skal døma Champions League finaluna, sum verður 1. juni millum Tottenham og Liverpool