Fara nú at savna gamlar fótbóltsmyndir

Heimasíðan, Faroesoccer, og Fótbóltssambandið fara undir søguligt samstarv um gamlar myndir


Føroyska fótbóltssíðan, Farorsoccer.com, sum svnar føroysk fótbóltshagtøl fer nú eisini at savna inn myndir. Tað boðar heimasíðan frá í tíðindaskrivi. Hon hevur virkað í samstarvið við Fótbóltssambandið og tað heldur fram.

- FSF og FaroeSoccer hava gjørt eina nýggja stuðulsavtalu fyri 2019, sum umframt vanligan fíggjarstuðul eisini fevnir um eina spennandi ætlan um at skráseta og talgilda gamlar føroyskar fótbóltsmyndir, skrivar heimasíðan og leggur afturat:

- Fótbóltssamband Føroya hevur frá fyrsta degi stuðlað stóru verkætlanini FaroeSoccer, bæði við at lata tilfar (dómaraseðlar) og við beinleiðis fíggjarligum stuðli. Hetta samstarvið umframt góða samstarvið við dómararnar hevur verið grundarsteinurin undir hagtalsvirkseminum hjá FaroeSoccer.

Meir enn hagtøl

Men Faroesoccer.com er meira enn hagtøl. Higartil eru nakað omanfyri 3 túsund andlitsmyndir av spælarum, venjarum og dómarum. FaroeSoccer hevur tó áhuga fyri øðrum myndum eisini, serliga eldri liðmyndum í tíðarskeiðnum 1942-2000.

- FaroeSoccer fer nú miðvíst undir at leita upp gamlar fótbóltsmyndir kring alt landið. Eldri fótbóltsmyndir – eisini landsliðsmyndir – eru í hesum føri fyrst og fremst myndir frá tíðarskeiðnum 1942-2000, men uppaftur eldri myndir hava sjálvsagt eisini áhuga. Høvuðsendamálið er at fáa tær talgildar, skrásettar og goymdar trygt fyri eftirtíðina eitt stað á netinum, har lættari atgongd er til tær hjá øllum áhugaðum, skrivar Faroesoccer.com.

Tað er Marni Mortensen, sum rekur Faroesoccer.com.