Flúgvarar og fótbóltur í hondbóltsvenjingini í Kiev

Síggj lítið brot av vippi og flúgvara við venjingina hjá hondbóltslandsliðnum í Kiev í kvøld


Dysturin Ukreina - Føroyar verður leiktur mikudagin klokkan 17.00 føroyska tíð - FM1 sigur beinleiðis frá dystinum

 

Les upptakt til dystin í Sosialinum mikudagin

 

Føroyska manslandsliðið kom til Kiev í dag, og í kvøld var fyrsta venjingin í høllini, Palace of Sport, har landsdysturin ímóti Ukreina eisini verður leiktur mikudagin klokkan 17.00 føroyska tíð.

 

Sum vanligt til slíkar venjingar var ikki lagt so nógv fyri í takklingum, men heldur var tað sjálvt spælið við bóltinum, ið var í hásæti. Fleiri álopsupplatingar vóru royndar, og tær tóktust at sita heilt væl, við góðari teiming í flytingum og spælingum.

 

Millum annað var roynt ein skipan við flúgvarum til vinstra vong, og tær flestu royndirnar eydnaðust væl. Tað er tó ivasamt um hetta skal roknast sum eitt serligt vápn í dystinum ímóti Ukreina, men tað er ein møguleiki fyri tí kortini.

 

##med2##

 

 

 

Yvirhøvur var tað ein venjing, har spælararnir sloppu at spæla sær uttan alt ov stóran álvara. Eitt umboð fyri ukreinska hondbóltssambandi hugdi eisini undrandi tá ið spurt var um føroysku leikararnir ikki kundu lána ein fótbólt til ein stuttan innanhýsis dyst, men ukreinski venjarin skilti væl meinginina og lænti føroyingunum ein bólt, ið hansara landslið hevði brúkt í venjingini hjá sær.

 

Venjingin gav ikki so sterkar ábendingar um hvørjir fara at fáa mestu leiktíðina mikudagin, men har vóru nakrir leikarar, ið ikki spældu so nógv við. Helst fyri at spara seg, hóast onkrir lítlir snuddir eisini kunnu vísa seg at gera um seg mikudagin.

 

Eftir venjingina róstu Sonni Larsen og Jeppe Borch sínar leikarar fyri at hava sýnt gott bindindi eftir tveir dagar við drúgvari ferðing.

Landsliðið vandi eisini í Danmark mánakvøldið, og spældi ein stuttan venjingardyst ímóti einum liðið úr Roskilde. Her vóru leikararnir nakað óbundnir og venjararnir vóru fegnir um at síggja at hetta er lagt afturum.

Síggj Róa Berg Hansen seta ein av fleiri flúgvarum í netið