FM1 sigur frá KÍ-NSÍ klokkan 15

Tróndur Arge sigur frá beinleiðis frá dystinum millum NSÍ og KÍ í Klaksvík.


Tróndur Arge sigur beinleiðis frá dystinum KÍ-NSÍ

Tróndur Arge sigur beinleiðis frá dystinum KÍ-NSÍ

FM1 sendir frá fótbólti frá klokkan 14 í dag.

 

Klokkan 14 til klokkan 14.50 verður fótbóltspanelið frá fríggjadegnum endursend. Gestir hjá Tróndi Arge vóru Oddbjørn Joensen og Teitur Joensen.

 

Klokkan 15 sigur Tróndur Arge beinleiðis frá dystinum millum KÍ og NSÍ norðuri í Klaksvík. Fylgt verður við gongdini í hinum fýra dystinum, har heimildarmenn eru til dystirnar ÍF-Skála, TB-HB og Víkingur-B36, ið byrja klokkan 15, og somuleiðis til dystin EB/Streymur-AB, ið byrjar klokkan 16.

 

Aftaná klokkan 17 verður sendingin "Triði Hálvleikur", har prátað verður við umboð fyri tey ymisku liðini, ið hava verið í leiki í dag. Besta smsið sum kemur inn til sendingina á nummar 559999 vinnur tvey atgongumerki til John Mogensen tiltakið í høllini á Hálsi, leygarkvøldið 18. mai.

 

Øll kunnu lurta eftir sendingini á www.midlar.fo. Vanligu frekvensirnir hjá FM1 eru FM 88,7, FM 91,7, FM 93,9, FM 94,5, FM 95,5 og FM 98,7.

 

In.fo hevur beinleiðis tekstfrásøgn frá umfarinum. Ljóðsamrøður koma út á in.fo tíðliga í kvøld.

Tróndur Arge sigur beinleiðis frá dystinum KÍ-NSÍ