Føroyameistarin í Counter Strike skal finnast í dag

Í dag verður kappast um føroyameistaraheitið í telduspælinum Counter-Strike: Global Offensive. Tær seinastu vikurnar hava føroya kringastu leikarar í spælinum dystast á alnótini fyri at avgerða, hvørji av liðunum fáa heiðurin at spæla um føroyameistaraheitið á einum sokallaðum LAN-tiltaki, har tað ikki verður spælt á alnótini, men saman á einum staði.

LAN-tiltakið verður hýst í hølunum hjá Elektron á Staravegi 9 í Tórshavn. Elektron er høvuðsstulun til føroysku CS:GO kappingardeildina, og tískil hevur kappingin heitið Elektron deildin.

Har hava øll høvið at hyggja við á storskíggja saman við familju og vinfólki, og eisini verður møguligt at fáa sær ein bita.

Hjá teimum, sum ikki kunnu koma til kappingina ella sum bert eru eitt sindur forvitin, ber til at síggja kappingina á eSport.fo og kendu stroyming heimasíðuni twitch.tv/esportfo.

- Áskoðaratølini á hesum miðlum hava verið støðugt vaksandi, og væntað verður, at øll met verða sligin til finalurnar, siga fyrireikararnir.