Leita á in.fo

Sigurin á Grikkalandi á Tórsvølli 13. juni hevur við sær, at Føroyar hava gjørt enn eitt risalop á styrkislistanum hjá FIFA

Terji Nielsen 09.07.2015 (08:10)

Føroyar framman fyri Finnland

Nýggjasti styrkislistin hjá FIFA er júst kunngjørdur í morgun, og hann vísir, at Føroyar hava gjørt eitt risalop og eru nú nummar 74 í heiminum. Hetta er eitt stórt lop, tí fyri einum mánaði síðani var Føroyar nummar 102 í heiminum, og tað var eisini besta styrkismetingin hjá Føroyum nakrantíð.

 

Føroyar liggja eitt nú framman fyri Finnland á styrkislistanum, og samstundis eru vit beint í hølunum á  londum sum Noreg og Bulgaria.

 

Hetta er samstundis seinasti styrkislistin undan lutakastinum um, hvussu spælast skal í HM-undankappingini, ið byrjar komandi ár. Tað hevur við sær, at Føroyar ivaleyst koma at liggja í triðniðasta styrkispottinum, tá ið lutakastið verður seinni í hesum mánaðinum.


Veitst tú eina góða søgu? Skriva til okkara á red(at)in.fo
Les ella lýs í Lýsingartorginum – trýst her