Fýra hava ikki tapt

1. DEILD: 07 Vestur fær vitjan av Skála, sum bara hevur spælt javnt


Fimta umfar í næstbestu deildini verður seinnapartin. Fýra dystir vera klokkan 15, og KÍ og NSÍ hittast í Klaksvík klokkan 17.

Fýra lið hava framvegis ikki tapt.

Eitt av teimum er 07 Vestur, ið fær vitjan av Skála, sum hevur fýra stig eftir fýra ferðir at hava verið partur av javnleikum og harvið heldur ikki hevur tapt.

NSÍ skal spæla á útivølli ímóti KÍ, sum ikki hevur tapt, og sum er topplið eftir 9-1 á heimavølli ímóti B71.

Mikukvøldið spældi B71 seg víðari í steypakappingini við 1-0 heimasigri ímóti ÍF. Í dag hevur B71 møguleika at reisa seg í landskappingini, tá ið Víkingur verður gestur sunnanfyri Skopunarfjørð. Víkingur er eitt av liðunum, sum ikki hevur tapt.

 Á Svangaskarði fær B68 vitjan av EB/Streymi, og í Gundadali verður grannauppgerð millum HB og B36. Felags fyri øll hesi liðini er, at tað í fyrstu umførunum hevur verið trilvandi.

KÍ – NSÍ: Rúni Gaardbo kl. 17.00

B68 – EB/Streymur: Bent Tommy Linklett kl. 15.00

07 Vestur – Skála: Bjarki Danielsen kl. 15.00

HB – B36: Aron Sofus Vest kl. 15.00

B71 – Víkingur: Rúni Olsen kl. 15.00