Giggs-lýsing bannað í Stórabretlandi

Lýsingin við stórabeiggjanum hjá Ryan Giggs, Rhodri, er mett at vera óhóskandi.

Í Stórabretlandi hevur ein lýsing við beiggjanum hjá Ryan Giggs, Rhodri Giggs, fingið noktað atgongd til sjónvarpsskíggjarnar. Orsøkin er, at hon verður mett at vera óhóskandi.

Rhodri Giggs gjørdist kendur tá ið tað í 2011 kom undan kavi, at kona hansara og stóribeiggin, Ryan, í fleiri ár høvdu fjasast, og at hann tískil var offur fyri ótrúskapi av sínum egna beiggja.

Lýsingin, sum írska veddingarfyritøkan, Paddy Power, hevur gjørt, snýr seg um trúskap, og hetta er óivað ein heilsan frá Rhodri til Ryan, ið ikki hava tosast saman seinastu sjey árini.

Tað er bretska stýrið fyri lýsingum, ASA, sum hevur bannað lýsingini, tí hon verður mett at eggja til spæl við pengum. ASA metir, at Rhodri í lýsingini leggur upp til, at hann, samstundis sum hann setir seg í ein luksusbil, hevur vunnið nógvar pengar.

Paddy Power metir hinvegin, at teir hava gjørt tað greitt í lýsingini, at hann einans koyrir í bilinum tí at hann er ambassadørur hjá veddingarfyritøkuni. Hetta gav ASA tó ikki nógv fyri og valdi hóast alt at banna lýsingini.

 ##med2##

Loyalty’s Dead. Live for Rewards