Gróthart gólv í Kiev

Vøllurin er minni betri enn betong at spæla á, tá ið Føroyar skulu spæla ímóti Ukreina mikudagin


Leikararnir fundast heldur um spælið enn um gólvið

Leikararnir fundast heldur um spælið enn um gólvið

Dysturin Ukreina - Føroyar verður leiktur mikudagin klokkan 17.00 føroyska tíð - FM1 sigur beinleiðis frá dystinum

 

Les upptakt í Sosialinum mikudagin

 

 Í kvøld fór føroyska manslandsliðið til fyrstu og einastu venjingina í Kiev áðrenn dystin ímóti Ukreina mikudagin. Dysturin verður leiktur í Palace of Sport, ið er ein høll, ið verður nýtt til fleiri endamál. Konsertir verða ofta hildnar her og fleiri ítrottir sum kurvabóltur og íshokkey eiga eisini innivist her. Og so er høllin tjóðleikvøllur hjá ukreinska hondbóltslandsliðnum.

 

Hóast høllin er stásilig og tekur nógvar áskoðarar, er gólvið í høllini  onki at reypa av.

-Hetta verður hart at detta á, lat í fleiri leikarum, meðan teir gingu eftir tunnu máttini, ið var løgd oman á betonggrundina.

Tí meðan gólvið í høllini er vanligt betong, so er eitt tunt hondbóltsgólv lagt oman á tað - nærum so tunt sum eitt vanligt gólvteppi.

 

##med2##

 

 

Tað er undrunarsamt við teimum krøvunum, ið forða fyri at altjóða manshondbóltur verður leiktur í Føroyum, so tykist einki serligt krav vera til sjálvan vøllin.

Leikararnir fara tó ikki at stúra fyri at raka gólvið í høllini í Kiev.

-Vit fara ikki at føla tað, tá vit eru heitir, gjørdu fleiri leikarar greitt eftir venjingina.

Leikararnir fundast heldur um spælið enn um gólvið

Hondbóltsvøllurin er ein tunn mátta løgd oman á betong