DBU í hernað ímóti matchfixing

Tað koma leikararnir í eitt nú Superliguni til at merkja í framtíðini.


Danska fótbóltssambandið, DBU, hevur áður havt nakrar sakir at taka sær av, har danskir fótbóltsleikarar hava tippað egnar dystir. Nú verður farið í hernað ímóti at slíkt skal endurtaka, og í tí sambandi boðar DBU í dag frá, at reglurnar hesum víðvíkjandi eru vorðnar strangari.


Framyvir verður tað ikki loyvt hjá fótbóltsleikarum at seta pening á dystir í somu deild, sum leikarin sjálvur spælir í. Tað merkir, at ein leikari, sum spælir í Superliguni, ikki hevur loyvi til at vedda pening um nakran dyst í Superliguni yvirhøvur.


- Matchfixing er størsta hóttanin ímóti donskum fótbólti og donskum ítrótti í heila tikið, bæði í mun til trúðvirði og menning. Tískil er tað umráðandi, at vit leggja meiri orku í tað, herða revsingina og sýna eina nullhugsjón á økinum, sigur formaðurin í DBU, Jesper Møller.


Eisini mentanarráðharrin, Marianne Jelved, er farin í hernað ímóti matchfixing. Í vikuni fer hon at leggja uppskot fyri Fólkatingið um at herða revsingina fyri tey, ið havast við matchfixing at gera.