HB heldur fram í steypakappingini

Klokkan 16.30 HB - NSÍ


HB hevur við 2-1 sigri á heimavølli ímóti NSÍ tryggjað sær pláss í fjórðingsfinaluni.

Fyrri hálvleikur var deydligur og fátækur uppá málmøguleikar. Eftir steðgin var tað nógv lívligari. Heimaliðið var greitt omaná, og tá ið Jógvan Skeel Nolsøe skoraði til 1-0, kendist heimaliðið vera á sigurskós.

Fram ímóti dystarenda javnaði Klæmint A. Olsen við brotssparki, og so luktaði tað av longdari leiktíð.

Tað varð kortini av ongum, tí stutt undan síðsta bríksli skoraði Pætur J. Petersen til 2-1, og HB vann 2-1.

--

LIÐUGT

2-1

90) 2-1

2-1: Pætur J. Petersen

So sær tað út til, at HB hevur tryggjað sær pláss í fjórðingsfinaluni. Eftir innlegg úr høgru ferðast bólturin til handara stólpa, har Pætur J. Petersen er leysur, tá ið hann setir bóltin í málið.

Síðstu lítlu løtuna hevur HB lagt meiri fyri í royndini at skora sigursmálið, enn NSÍ hevur gjørt.

89) 1-1

HB skiftir út: Hørður H. Askham avloysir Jógvan Skeel Nolsøe.

87) 1-1

1-1: Klæmint A. Olsen br

Hóast HB í seinna hálvleiki hevur havt greiða yvirvág, so luktar tað nú av longdari leiktíð í Gundadali.

86) 1-0

Stórt verjukiks millum málverja og miðverja hjá HB ber við sær, at dómarin dømir brotsspark, tí innskifti Óli H. Olsen fer um koll.

84) 1-0

Nú er vent í holini. HB hevur tikið fólkið longri aftur, og NSÍ spennir álopsbogan. Næst við vóru teir gula fyri lítlari løtu síðani, tá ið tað varð lagt flatt innfyri úr høgru, og innskifti Óli H. Olsen var um reppið við hælinum at stýra bóltin í málið.

78) 1-0

Jann Martin Mortensen fer út av NSÍ miðvøllinum, og Óli H. Olsen verður settur inn í NSÍ álopið.

77) 1-0

NSÍ skiftir út. Av vøllinum fara Bárður J. Hansen og Magnus H. Olsen og á vøllin verða settir Betuel Hansen og 

74) 1-0

Tað er HB, sum setur dagsskránna, og tað er HB, sum hevur stóru møguleikarnar. Nú var tað eftir horna úr høgru, men úr ellivu metrum og mitt fyri málinum verður bólturin sendur væl omanfyri málið.

70) 1-0

HB hevur verið greitt omaná fyrra partin av seinna hálvleiki. NSÍ hevur nú ikki annað val enn at spenna álopsbogan. Enn hava ongar ábendingar verið um, at teir gula ætla at sleppa í verjuni.

65) 1-0

1-0: Jógvan Skeel Nolsøe

HB málverjin Teitur Matras Gestsson leggur við langari sending bóltin framum NSÍ verjuna, sum tøvir eitt sindur. Jógvan Skeel Nolsøe fær tak á bóltinum, og HB spælararnir vilja hava dómaran at bríksla fyri brotssparki. Dómarin tigur, og so potar Jógvan Skeel Nolsøe bóltin í NSÍ málið.

60) 0-0

HB er væl meiri í álopi, og tað hava verið spentar støður í NSÍ brotsteiginum.

50) 0-0

HB hevur risa møguleika, eftir at NSÍ ger stórt mistak í uppspælinum. Adrian Justinussen verður einsamallur ímóti Tórði Thomsen, sum bjargar til horna, ið einki spyrst burturúr.

49) 0-0

Adrian Justinussen roynir seg við frísparki úr 22 metrum, men tað er barnamatur hjá Tórði Thomsen at bjarga.

48) 0-0

Fínt HB uppspæl endar við innleggi úr vinstru. Tað verður fluktað, og Tórður Thomsen bjargar til horna, sum  einki spyrst burturúr.

46) 0-0

Ongar skiftingar eru gjørdar, nú tað verður farið undir seinna hálvleik.

HÁLVLEIKUR

0-0

Dagsskráin hevur higartil verið, at tað ræður meiri um at halda mótstøðuliðnum burtur frá at fáa mál, enn tað ræður um at royna at skjóta mál.

Higartil hevur tað verið deydligt, og tað hevur verið heilt langt millum spentu støðurnar.

Tað skal avgerast, um tað verður HB ella NSÍ, sum skal halda fram í fjórðingsfinaluni.

42) 0-0

NSÍ fær bóltin í HB málið, eftir at Klæmint A. Olsen sera snilt er spældur leystur mitt fyri málinum. Honum eydnast at fáa bóltin framvið HB málverjanum og í málið, men dómarin kolldømir fyri rangstøðu.

39) 0-0

Ógvuliga friðarligt og eingin málmøguleiki síðstu stóru løtuna.

31) 0-0

Adrian Justinussen hjá HB roynir seg við frísparki mitt fyri og úr 19 metrum. Tórður Thomsen í NSÍ málinum bjargar til horna, sum einki spyrst burturúr.

30) 0-0

So hevði NSÍ fínt álop, men síðsta sendingin fram til Klæmint A. Olsen, sum var leysur mitt fyri, var ikki nóg neyv.

29) 0-0

NSÍ hevur havt eitt hornaspark. Annars hevur eingin møguleiki verið síðstu stóru løtuna.

24) 0-0

Tað er ikki nógv fólk í Gundadali, men tað legst eitt sindur aftrat, nú arbeiðsdagurin er um at vera liðugur.

20) 0-0

Í verjuspælinum er tað ikki fyrr enn á egnari hálvu, at NSÍ spælararnir hitta mótstøðumenninar. Harvið hevur HB bóltin nógv á miðjuni, meðan NSÍ roynir seg við longum sendingum fram til Klæmint A. Olsen, tá ið gestirnir fáa fatur á bóltinum.

18) 0-0

Higartil hevur tað mesta verið royndir við longum sendingum.

16) 0-0

Á HB liðnum eru fleiri broytingar sammett við liðið, sum tapti 2-1 ímóti B36. Dan í Soylu er leikbannaður, og Ari Mohr Olsen og Hørður H. Askham eru ikki við. Í staðin fyri hesar tríggjar eru Daniel Johansen, Breimyr og Jógvan Skeel Nolsøe.

13) 0-0

Einasta broytingin á NSÍ liðnum sammett við tað, sum vann 4-2 ímóti Víkingi, er, at Bárður J. Hansen er millum teir fyrstu ellivu í staðin fyri leikbannaða Pól Jóhannus Justinussen.

05) 0-0

HB hevur gott álop, men Símun Samuelsen er ikki nóg avgjørdur, tá ið hann mitt fyri fær bóltin frá Brynjar Hlóðversson.

01) 0-0

Líkindini at spæla eru av teimum fagrastu í Gundadali.

HB - NSÍ kl. 16.30

Dómari: Kári J. á Høvdanum

HB: Teitur Matras Gestsson - Jógvan Rói Davidsen, Bartal Wardum, Magnus Egilsson, Daniel Johansen - Pætur J. Petersen, Brynjar Hlóðversson, Andreas Breimyr, Símun Samuelsen - Adrian Justinussen - Jógvan Skeel Nolsøe

NSÍ: Tórður Thomsen – Bárður J. Hansen, Oddur Á. Højgaard, Jóhan Troest Davidsen, Pætur Hentze – Peder Nersveen, Magnus H. Olsen – Jann Martin Mortensen, Búi Egilsson, Jann J. Benjaminsen – Klæmint A. Olsen