Her er ársins lið hjá monnum

Við útgangsstøðið í atkvøðugreiðsluni frá Ársins spælara tiltakinum er ársins lið eisini sett


Mynd: (Álvur Haraldsen) Frá vinstru til høgru: Hørður Askham, Petur Thomsen(Fyri Teit M. Gestsson), Alex Mellemgaard, Klæmint A. Olsen, Bárður J. Hansen og umboðini fyri Vikmar, ið hevur latið steypini

Mynd: (Álvur Haraldsen) Frá vinstru til høgru: Hørður Askham, Petur Thomsen(Fyri Teit M. Gestsson), Alex Mellemgaard, Klæmint A. Olsen, Bárður J. Hansen og umboðini fyri Vikmar, ið hevur latið steypini

Fríggjadagin skipaðu Miðlahúsið í samstarv við Fótbóltssamband Føroyra fyri árliga “Ársins Spælara” tiltakinum. Tað eru venjarar, spælarar og ítróttartíðindafólk, sum atkvøða fyri millum annað ársins spælara.


Les eisini: Her ber til at hoyra alla sendingina "Ársins spælari 2014"

 

Í tí sambandi varð eisini eitt ársins lið valt. Liðið tekur útgangsstøði í atkvøðunum. Í ár er liðið sett upp í eina 4-4-2 spæliskipan, tí mett vart at hetta gav eina greiða skilna millum miðvallarar, vengur og áleyparar í mun til 4-3-3 uppsetingina frá í fjør.

 

Ársins lið hjá monnum: (4-4-2)

 

Málverji: Teitur M. Gestsson(HB)

 

Verja: Bárður J. Hansen(Víkingur), Jóhan T. Davidsen(HB), Hørður Askham(B36), Alex Mellemgaard(B36)

 

Miðvøllur: Árni Frederiksberg(NSÍ), Hallur Hansson(Víkingur), Lukasz Cieslewicz(B36), Hans Pauli Samuelsen(EB/Streymur)

 

Álop: Klæmint A. Olsen(NSÍ) og Adeshina Lawal(B36)