Hesir fara at skjóta dúgvur fyri Føroyar á Oyggjaleikunum

Seinastu úttøkukappingarnar hjá skjótifeløgunum til Oyggjaleikir hava verðið, og nú er greitt, hvør skal umboða Føroyar á oyggjaleikinum á Gibraltar í summar.

Í skeet:

Marius F. Joensen, SBF

Tórur Fløtt, SBF

Í trap: Finn Ludvig, VBM

Alex Johannesen, EYS

Skjótisamband Føroya greiðir soleiðis frá:

- Úttøkan í trap gjørdist rættuliga spennandi, og tað var ikki fyrr enn seinastu leirdúgvurnar blivu skotnar, at tað gjørdist greitt, hvør bleiv úttikin. Esmar Joensen úr VBM hevði ein av sínum góðu døgum og var einans 2 dúgvur frá at taka plássið frá Alex.

- Í skeet bleiv ikki líka stórur spenningur, tí tað varð longu greitt aftaná fyrstu dúgvurnar, at ongin kundi taka Marius og Tóra aftur.

Hópurin fer nú at fyrireika seg til leikirnar, og Skjótisamband Føroya fer at gera alt fyri, at fyrireikingarnar til leikirnar eru so góðar sum møguligt. Øll úrslitini síggjast á skot.fo