Hetta er størsti steypadagurin

Løgmanssteypið: Tríggir dystir eru í høvuðsstaðnum, tveir í Suðuroy, tveir í Eysturoy og ein á Sandi


Størsti dagurin í kappingini um løgmanssteypið, um talan er um dystartal, er ídag. Sekstan lið skulu dystast fyri at vinna seg í fjórðingsfinaluna. Talan er um tey tíggju í bestu deildini, um tey trý, sum eru í næstbestu deildini, og sum ikki eru umboðað í fremstu røð, og so eru tað trý aftrat. Tey eru Royn, Undrið og FC Suðuroy.

Fyrsta bríksl verður klokkan 13, tá ið Royn og B68 hittast við Stórá í Trongisvági. Síðsta bríksl verður fram ímóti klokkan 21, tá ið teir báðir dystirnir vera lidnir, sum byrja klokkan 19. Tað er tó møguleiki fyri, at klokkan verður meiri enn so, tí tað kann enda við longdari leiðtíð og brotssparkskapping.

 

Royn – B68: Stephan Petursson kl. 13.00

HB – NSÍ: Kári J. á Høvdanum kl. 16.30

Skála – AB: Petur Reinert kl. 18.00

Undrið – KÍ: Rúni Olsen kl. 18.00

TB – FC Suðuroy: Johan Petur Michelsen kl. 18.00

B71 – ÍF: Alex Troleis kl. 18.15

B36 – 07 Vestur: Eiler Rasmussen kl. 19.00

EB/Streymur – Víkingur: Jóhan Hendrik Ellefsen kl. 19.00