Hetta var góður dagur hjá B68

1. DEILD: Trivaligur heimasigur og at onnur úrslit spældu við ber við sær, at møguleikin at vera við í kappingini um uppflyting øktist nógv


Henda vikan var góð hjá B68. Mikudagin spældu toftamenn seg við 4-0 sigri á útivølli ímóti Royn í fjórðingsfinaluna í kappingini um løgmanssteypið. Fjórðingsfinalan verður annan páskadag á útivølli ímóti B68.

Í dag átti B68 heimavøll ímóti teimum næstbestu hjá EB/Streymi. Tað var eingin ivi um úrslitið. B68 vann 5-2 eftir 2-0 í hálvleikinum og 3-0, tá ið seinni hálvleikur var tíggju minuttir gamal.

Leygardagurin varð eyka góður, tá ið KÍ, sum undan hesum umfarinum var topplið, tapti. B68 hevur átta stig, og nú eru tað bara tvey stig fram til triðja plássið, sum skal til í oktober, um uppflytingin skal verða veruleiki.

Fimm ymiskir spælarar skoraðu B68 málini. Í fyrra hálvleiki Bárður Ólavsson Jensen og Gunnar Johannesen, Otto Reinert Petersen til 3-0 og Esmar P. Clementsen til 4-1 og innskifti Karstin Clementsen til 5-1.

Málini hjá EB/Streymi skoraðu Gutti Dahl-Olsen, sum minkaði um munin til 3-1, og Hans Joensen, sum minkaði um munin til 5-2

EB/Streymur er eftir fimm umfør aftast við einum stigi.

Fjórðingsfinalan í steypakappingini annan páskadag ber við sær, at B68 longu mikudagin skal spæla í sætta umfari í landskappingini. Tað verður á útivølli ímóti teimum næstbestu hjá NSÍ.

EB/Streymur fær páskaaftan vitjan av teimum næstbestu hjá HB.