Hevði frálíkar dagar í Føroyum

Heimskenda svimjistjørnan, Katinka Hosszú, er farin úr Føroyum aftur í dag.


Seinastu dagarnar hevur ein av heimsins bestu svimjarum, Katinka Hosszú úr Ungarn, verið og vant í Páls Høll í Vági.

Katinka Hosszú vann trý OL-gull í Rio de Janeiro í 2016 – í 100 metrum rygg og 200 og 400 metrum blandað. Í fjør varð hon kosin heimsins besti svimjari.

Les eisini: Heimskendur svimjari vitjar í Vági

Umframt at venja í Vági, so hevur Katinka eisini verið á rundferð í nærumhvørvinum og havt framløgu fyri føroyska svimjilandsliðnum.

Katinka Hosszú er farin av landinum aftur í dag, og tað letur til, at hon var stak væl nøgd við ferðina í Føroyum.

- Farvæl Føroyar, og takk fyri alt. Eg hevði nakrar frálíkar dagar og fekk nakrar av mínum kulastu myndum nakrantíð, skrivar hon á sínum instagram-vanga, har hon hevur lagt eina rúgvu av myndum út úr Føroyum til sínar 352.000 fylgjarar.

Instagram-vangin hjá Katinka Hosszú sæstHER.