Hinir eru størri, tyngri og eldri - men vit nærkast teimum

HAGTØL: Vit møta einum høgum, tungum og royndum liðið í Kiev í kvøld


Rói Berg Hansen, Brandur Halgirsson og Rógvi Dal Christiansen eru allir kendir fyri kropsliga styrki - Tað verður tað tørvur á í kvøld

Rói Berg Hansen, Brandur Halgirsson og Rógvi Dal Christiansen eru allir kendir fyri kropsliga styrki - Tað verður tað tørvur á í kvøld

Dysturin Ukreina - Føroyar verður leiktur mikudagin klokkan 17.00 føroyska tíð - FM1 sigur beinleiðis frá dystinum

 

Les upptakt í Sosialinum mikudagin

 

Vónirnar til dystin ímóti Ukreina í kvøld eru fyrst og fremst at leikararnir sýna fram tað menninginina, ið teir eru í á veg ímóti altjóða støðið.

Har er eisini nógv nógv, ið bendir á  at føroyskur hondbóltur er í menning í hesum árum, men framvegis er nakað eftir á mál í mun til eitt nú ukreinsku yrkisleikararnar.

Sonni Larsen, landsliðsvenjari, hevur nøkur hagtøl at lýsa hetta.

 

Leikararnir veðra javnan vigaðir og royndir í styrki, fyri at fylgja menningini hjá teimum. Tølini undan dystunum ímóti Ukreina siga, at føroysku leikararnir eru í miðal 186,6 cm høgir og viga 90,8 kg.

Verður hugt eftir mótstøðuni, so er ukreinska liðið 193 cm og vigar 92,8 kg í miðal.

Hetta ber boð um at vektin av okkara vøddum nærkast altjóða støði, men har er framvegis ein vegur enn.

Vit hava eisini eitt sera ungt lið í altjóða høpi. Miðalaldurin á føroyska liðnum er 24,8 ár, meðan tað hjá Ukreina er 27,3 ár.

 

Við føroyskum eygum ber ikki til at vóna annað enn at vit sýna ungdómsligar dygdir sum kvikleika og frekleika í kvøld.

 

 

Rói Berg Hansen, Brandur Halgirsson og Rógvi Dal Christiansen eru allir kendir fyri kropsliga styrki - Tað verður tað tørvur á í kvøld