Leita á in.fo

Heri Simonsen 26.02.2016 (19:10)

Jóan Símun fekk superligadebut

"Tá nakað er vunnið er tað ikki eftir" segði ein góður maður á sinni.

 

Føroyski landsliðsframherjin, Jóan Símun Edmundsson hevur fingið sína debut í donsku superliguni. Toftamaðurin kom tó ikki inn fyrenn 90 minuttir vóru farnir av dystinum millum OB og AGF, so tað gjørdust ikki nógvir minuttir á hesum sinni, men tó eitt gott stig rætta vegin.

 

Dysturin endaði við javnleiki 2-2. AGF var á odda 2-0 í steðginum, og var væl betra liðið í fyrra hálvleiki. Í seinna hálvleiki vendi dysturin, og tá var OB betra liðið, og við tveimum málum eydnaðist tað OB at tryggja sær ein javnleik í fyrsta dystinum í superliguni aftaná vetrarsteðgin. 

 

OB er nummar sjey av teimum 12 liðunum í superliguni við 25 stigum fyri 19 dystir. 

 

Komandi fríggjadag spælir OB ímóti AaB í Aalborg, og so er at vóna, at bæði Gilli Rólantsson hjá AaB og Jóan Símun Edmundsson verða at síggja á vøllinum. 

 

 

 


Veitst tú eina góða søgu? Skriva til okkara á red(at)in.fo
Les ella lýs í Lýsingartorginum – trýst her