Leita á in.fo

Pætur Albinus 14.02.2016 (18:51)

Kaj Leo fekk fyrstu minuttirnar

Kaj Leo í Bartalsstovu hevur nú fingið sínar fyrstu minuttir fyri rumenska stórfelagið, Dinamo Bukarest. Tað fekk hann í heimadystinum í dag ímóti FC Botosani.


Føroyski landsliðsleikarin byrjaði annars á beinkinum hjá Dinamo Bukarest, sum var á odda 1-0 í hálvleikssteðginum við máli frá 17 ára gamla Valentin Costache.


Góðar 10 minuttir inn í seinna hálvleik varð málskjúttin útskiftur, og tann, sum kom á vøllin í staðin fyri hann, var Kaj Leo í Bartalsstovu.


Hann spældi á høgra vongi, har hann ikki fekk tær nógvu bóltnertingarnar av tí at FC Botosani fyri tað mesta hevði bóltin í eini roynd at javna.


Besta innhoppið hjá Kej Leo mundi vera fimm minuttir fyri leiktíð, tá ið hann takklaði bóltin frá mótstøðuleikara tætt við brotsteigarmarkið hjá mótstøðuliðnum.


Hann var ikki langt frá at gerast uppleggjari, tí hann legði bóltin væl tvørturum til Patrick Ekeng, sum tó var nakað trýstur og ikki fekk reiðiligt skot á bóltin.


Kaj Leo og liðfelagarnir stóðu annars aftarliga á vøllinum og vardu væl um leiðsluna. FC Botosani fekk ongantíð tann heilt stóra møguleikan, og Dinamo Bukarest vann uppiborið 1-0.


Tey trý stigini vóru ógvuliga týdningarmikil hjá Dinamo Bukarest, sum vann seg upp á 2. pláss og nú einans er trý stig aftanfyri oddaliðið, Astra Giurgiu.


Veitst tú eina góða søgu? Skriva til okkara á red(at)in.fo
Les ella lýs í Lýsingartorginum – trýst her