Leeds fall í seinna hálvleiki - Derby og Aston Villa spæla um uppflyting

Leeds var frammanfyri 2-0 samanlagt beint undan steðginum, men Derby skeyt fýra mál og er í play-off finaluni

Frank Lampard, venjari hjá Derby County, kann fegnast um eitt flott comeback ímóti Leeds United (mynd: Scanpix

Frank Lampard, venjari hjá Derby County, kann fegnast um eitt flott comeback ímóti Leeds United (mynd: Scanpix

Í næstfremstu ensku fótbóltsdeildini, Championship, verður í hesum døgum avgjørt hvat lið skal flyta upp í Premier League saman við Norwich City og Sheffield United.

Nú er greitt at uppflytarin skal finnast í eini finalu ímillum Aston Villa og Derby County.

Í gjár vann Aston Villa seg í finaluna eftir brotssparksskapping ímóti West Bromwich Albion, og í dag vann Derby County seg í finaluna eftir eitt øgiligt comeback ímóti Leeds United.

Leeds hevði vunnið fyrru hálvfinaluna á útivølli 1-0, og eftir at Stuart Dallas hevði lagt Leeds á odda á heimavølli eftir 24 minuttum, bendi alt á, at Leeds United skuldi spæla Premier League fyri fyrstu ferð í 15 ár.

Men Leeds, ið leingi stevndi ímóti beinleiðis uppflyting hetta kappingarárið, fall aftur í kvøld. Derby skifti Jack Mariott inn ein minutt áðrenn steðgin, og lítla løtu seinni hevði hann syrgt fyri at hálvleiksstøðan var 1-1.

Var hetta ikki ein nóg vátur vøttur fyri Leeds, so legði Mason Mount Derby á odda 1-2 í fyrsta minutti av seinna hálvleiki og so var tað brádliga Derby, ið var á finalukós.

Í 58. minutti skeyt Harry Wilson eitt brotsspark í netið til 1-3 til Derby, men Leeds helt lív í vónini við at minkað um munin fýra minuttir seinni.

Men í 78. minutti gjørdist Leeds-brekkan eyka brøtt, tá ið Gaetano Berardi fekk sær sítt annað gula kort innan tíggju minuttir. Jack Mariott revsaði hesum fimm minuttir fyri leiklok við at seta bóltin í málið til endaligu støðuna 2-4 til Derby, og er í play-off finaluni eftir 3-4 í savnaða rokniskapinum.

 

Aston Villa og Derby County hittast í finaluni á Wembley mánadagin 27. mai.

Frank Lampard, venjari hjá Derby County, kann fegnast um eitt flott comeback ímóti Leeds United (mynd: Scanpix