Liverpool og Tottenham vunnu

Champions League: Liverpool og Tottenham vunnu í kvøld


Mynd: (Scanpix) Roberto Firmino og Naby Keita fegnast saman í dystinum móti FC Porto

Mynd: (Scanpix) Roberto Firmino og Naby Keita fegnast saman í dystinum móti FC Porto

Í kvøld vóru tvær av fyrru fjórðingsfinalunum í Champions League endaspælinum. Liverpool vann 2-0 á FC Porto, meðan Tottenham vann 1-0 á Manchester City.

Á Anfield legði Liverpool hart út og kom á odda longu aftaná fimm minuttir. Við eitt sindur av hjálp eydnaðist Naby Keita at skora annan dystin á rað. Liverpool helt fram við at trýsta og áðrenn farið var til hálvleiks, hevði Roberto Firmino økt til 2-0.

Í seinna hálvleiki hevði FC Porto nakrar møguleikar, men samanlagt mundi Liverpool hava meginpartin av spælinum. Onkrar spentar støður vóru og millum annað bleiv VAR eisini brúkt nakrar ferðir. Tað endaði við 2-0 sigri til Liverpool, men skorar Porto fyrst í returdystinum, so kann hetta framvegis blíva ein spennandi uppgerð.

##med2##

Í London vann Tottenham eitt sindur óvæntað 1-0 á favorittunum úr Manchester City. Gestirnir úr Manchester fingu annars brotsspark í fyrra hálvleiki, men Sergio Aguero brendi. Tíggju minuttir fyri tíð kom avgerandi løtan, tá Heung Min Son skoraði. Her er alt opið undan returdystinum, sum verður í Manchester.

 

Champions League 1/4 finalur:

Liverpool – FC Porto 2-0

1-0 Naby Keita, 5

2-0 Roberto Firmino, 26

 

Tottenham – Manchester City 1-0

1-0 Heung Min Son, 78

Mynd: (Scanpix) Roberto Firmino og Naby Keita fegnast saman í dystinum móti FC Porto

Mynd: (Scanpix) Hugo Lloris bjargar brotssparkinum hjá Sergio Aguero