Løgmanssteypið: Her eru øll málini

Her ber til at síggja øll málini, sum vórðu skoraði í teimum átta dystunum í steypakappingini


FSF Varpið: Løgmanssteypið 2019: Øll málini í 1. umfari (10. apríl 2019)

FSF Varpið: Løgmanssteypið 2019: Øll málini í 1. umfari (10. apríl 2019)

Mikukvøldið varð 1. umfar í kappingini um Løgmanssteypið á skránni. Her ber til at síggja øll málini, sum vórðu skoraði í teimum átta dystunum.

Síggj málini við at trýsta á pílin á myndini

Ikki færri enn 38 mál vórðu skoraði í teimum átta dystunum í 1. umfari í kappingini um Løgmanssteypið, sum varð spælt farna mikukvøld. Og tað er nokk ikki at taka munnin ov fullan tá sagt verður, at í onkrum føri var talan um sannar perlur. Millum annað seinna málið hjá Árna Frederiksberg fyri B36 ímóti 07 Vestur.

Fjórðingsfinalurnar í steypakappingini hjá monnum verða spældar 2. Páskadag, mánadagin 22. apríl. Tá verður spælt soleiðis: Víkingur-B68, HB-B71, Skála-TB og B36-KÍ. Í FSF Varpinum ber til at síggja øll málini frá 1. umfari.

FSF Varpið: Løgmanssteypið 2019: Øll málini í 1. umfari (10. apríl 2019)