Montenegro vann á Danmark

Montenegrisku leikararnir gjørdu ímóti Danmark hvat teir ikki megnaðu ímóti Føroyum


Cavor og hinir montenegrisku leikararnir spældu betri enn móti Føroyum (mynd: Scanpix)

Cavor og hinir montenegrisku leikararnir spældu betri enn móti Føroyum (mynd: Scanpix)

Føroyar eru nú einsamallar á niðasta plássi í bólki 8 í undankappingini til EM 2020.

Hetta eftir at Montenegro á heimavølli í Podgorisa vann 32-31 á donsku heimsmeistarunum.

 

Dysturin var leiktur í eini størri høll enn tá ið Føroyar fingu minniliga javnleikin ímóti Montenegro í heyst, og sambært Ritzau, so spældi stóra trýstið frá áskoðarunum ein stóran leiklut í dystinum.

 

Serliga Simic, málverjin, ið stóð allan dystin ímóti Føroyum, spældi ein framúr dyst, og verður nevndur sum avgerandi orsøkin til óvæntaða sigurin á Danmark.

 

Liðini hittast aftur leygarkvøldið í Royal Arena, eftir at Føroyar hava leikt sín dyst ímóti Ukreina sama stað.

 

Støðan í bólki 8 (EHF)

Danmark - 4 stig

Ukreina - 4 stig

Montenegro - 3 stig

Føroyar - 1 stig

 

 

Cavor og hinir montenegrisku leikararnir spældu betri enn móti Føroyum (mynd: Scanpix)