Niklas fekk ikki forðað fyri avsmurningi í øðrum uppflytingardystinum

Niklas Simonsen fekk einar tíggju minuttir í stórtapi - Avgerandi dysturin verður fríggjadagin

Niklas Simonsen slapp heldur ikki at seta dám á dystin í kvøld

Niklas Simonsen slapp heldur ikki at seta dám á dystin í kvøld

TM Tønder við føroyska landsliðsmálverjanum, Niklasi Simonsen á liðnum kundi í kvøld spæla seg upp í fremstu donsku deildina. Kravið var antin ein javnleikur ella ein sigur ímóti stórfelagnum KIF Kolding, og hetta kravið var als ikki gingið á møti. Vánaligt álopsspæl og nógvar villur kostaðu dýrt frá byrjan, og dysturin var í roynd og veru avgjørdur áðrenn Niklas Simonsen slapp at royna seg.

Dysturin endaði 19-29 til KIF Kolding. Liðini hava nú vunnið hvør sín dyst á útivølli, og skulu spæla ein avgerandi dyst fríggjadagin í Kolding.

 

Les eisini:

Niklas spælir um uppflyting ímóti donskum risa

Niklas og Tønder tóku fyrsta fetið ímóti uppflyting við teprum sigri

Niklas: Stór uppliving at spæla frammanfyri 4.500 áskoðarum (FM1)

 

Niklas Simonsen byrjaði sum væntað á bonkinum, og hann sá liðfelagarnar á vøllinum fáa eina stak ringa byrjan.
Eftir sjey og ein hálvan minutt var støðan 0-3 til KIF Kolding. Orsøkin til hetta var í stóran mun málverjin hjá Kolding, sum hevði bjargað fimm skot frá fimm royndum. Sætta bjargingin kom júst eftir time-outið, úr fríari støðu á høgra vongi. Júst sum klokkan segði níggju minuttir fekk Tønder fyrsta málið eftir brotskast og so var støðan 1-3. Fimm minuttir seinni var støðan 1-6, og tað var Tøndermálverjanum, Christian Trans, at takka at støðan ikki var verri, so har var ikki orsøk at heita á Niklas Simonsen enn.

Eftir 21 minuttum var støðan 5-9 og Kolding fekk triðja brotskasti í dystinum.Nú slapp Niklas Simonsen at royna seg. Og kvívíkingurin var eins óheppin og liðfelagarnir, tí bólturin rakti tvørstongina, men stakk síðani beint út í hondina á skjúttanum, sum nú hevði enn betri treytir til skotið, ið eisini endaði í málinum.

Kolding økti eftir hetta, og við knøppum fimm minuttum eftir av fyrra hálvleiki var føroyski málverjin skiftur inn í opið spæl. Hann stóð restina av hálvleikinum og fekk bert trý skot ímóti sær. Tvey fóru í málið og eitt endaði omanfyri. Eftir at hava lagt bóltin í tómt mál, var Kolding á odda 8-16, og dysturin tóktist avgjørdur..

Niklas Simonsen setti seg aftur á bonkin í seinna hálvleiki, og sá ikki stórar batar í spælinum hjá liðfeløgunum. Munurin helt sær so at siga allan hálvleikin og føroyingurin kom aftur á vøllin at standa seinastu fimm minuttirnar. Støðan var tá 19-26, og dysturin hevði verið avgjørdur leingi. Tí var heldur ikki lagt nakað serligt fyri í verjupartinum, so treytirnar vóru ikki góðar hjá Niklasi Simonsen, ið var skrásettur fyri eina bjarging í dystinum sum endaði 19-29 til KIF Kolding.

 

Sostatt hava liðini bæði vunnið hvør sín dyst, og skulu spæla ein avgerandi dyst fríggjadagin í Kolding. Vinnarin av hesum dysti sleppur at spæla í fremstu donsku deildini komandi kappingarár.

Niklas Simonsen slapp heldur ikki at seta dám á dystin í kvøld