Nú skal United steðga Messi

Upptakt: Bæði Lionel Messi og Cristiano Ronaldo skulu á vøllin í dag


Mynd: (Scanpix) Lionel Messi og Luis Suarez

Mynd: (Scanpix) Lionel Messi og Luis Suarez

Í kvøld verða tvær tær seinnu av fyrru fjórðingsfinalunum í Champions League endaspælinum. Á Old Trafford eru Lionel Messi og FC Barcelona á vitjan hjá Manchester United og Ole Gunnar Solskjær. Í hinum dystinum tekur Ajax móti Juventus.

FC Barcelona er favorittur at vinna uppgerðina, men Manchester United prógvaði í 1/8 finalunum, at liðið kann bíta frá sær, tá teir vunnu 3-0 í París móti PSG. Ole Gunnar Solskjær hevur væntandi Marcus Rashford tøkan aftur, meðan Eric Bailly, Antonio Valencia og helst eisini Ander Herrera sita uttanfyri. Størsta ivamálið er Nemajna Matic.

##med2##

Hetta er fyrstu ferð at feløgini møtast, síðani Champions League finaluna á Wembley í 2011. Tá FC Barcelona 3-1, umframt at liðini eisini møttust í finaluni í 2009. Tá vann FC Barcelona 2-0 á olympiska leikvøllinum í Róm.

Í báðum finalunum skoraði Lionel Messi. Honum skal Manchester United aftur til at steðga. Hann er í løtuni í stórform, meðan báðir fyrrverandi Liverpool-spælararnir, Luis Suarez og Philippe Coutinho, tykjast hava viðgongd. Tó kann nevnast, at Lionel Messi ikki hevur skorað í 11 teimum seinastu fjóðringsfinalunum í Champions League.

Les eisini: Liverpool og Tottenham vunnu

Stóra ivamálið hjá FC Barcelona er franski framherjin, Ousmane Dembele. Hann hevur ikki spælt síðani seinasta Champions League dyst, tá katalanska stórfelagið sendi Lyon úr kappingini.

Ronaldo helst klárur

Í hinari uppgerðini verður væntað, at Cristiano Ronaldo verður tøkur fyri Juventus. Portugisiska heimsstjørnan hevur ikki spælt seinastu tvær vikurnar, eftir at hann merkti til í lærinum í landsdysti. Ajax, sum sendi Real Madrid úr kappingini, er uttan Hassan Bande og Carel Eiting.

##med3##

Talan er um Champions League vinnararnar í 1995 og 1996. Ajax vann kappingina í 1995 við 1-0 sigri á AC Milan. Ajax og Juventus møttust aftur í Champions League finaluni í 1996. Tá vann Juventus eftir brotssparkskapping.

 ##med4##

Champions League 1/4 finala:

Manchester United – FC Barcelona (20.00)

Ajax – Juventus (20.00)

Í gjár:

Liverpool – FC Porto 2-0

1-0 Naby Keita, 5

2-0 Roberto Firmino, 26

 

Tottenham – Manchester City 1-0

 

1-0 Heung Min Son, 78

Mynd: (Scanpix) Lionel Messi og Luis Suarez

Tíðindafundurin hjá Manchester United í gjár

Mynd: (Scanpix) Cristiano Ronaldo verður væntandi klárur til dystin í kvøld

Juventus-Ajax 1-1 (4-2 rigori) CL 1996 Finale - Bruno Longhi