Sjónband: Putin datt fram eftir rommum

Russiski forsetin var í óhepnari støðu í íshokkidysti í heimlandinum.

Tað gekk væl hjá russiska forsetanum, Vladimir Putin, tá hann og liðfelagarnir í einum árligum sýningardysti í íshokki vunnu heili 14-7 á mótstøðumonnunum, men tað gekk minni væl tá ið hann eftir dystin skoytaði eitt sigursumfar á ísinum.

Vladimir Putin, sum lærdi at spæla íshokki tá ið hann fylti 60, var áhaldsin og datt fram eftir rommum frammanfyri øllum áskoðarunum, tá hann ikki hevði varnast eitt reytt teppi, ið var lagt á ísin. Hetta legði fót fyri russiska forsetanum.

Sambært The New York Times, so hava russiskir miðlar als ikki nevnt hendingina, sum tó ikki er sloppin ósæð framvið - kanska serliga takkað verið sosiala miðlinum Twitter, har sjónbandið hevur verið at sæð nógvastaðni.

Ein av teimum, sum gjørdu um seg í dystinum, var russiski herovastin og fyrrverandi verjumálaráðharrin í landinum, tann 63 ára gamli Sergei Shoigu. Hann skeyt hattrikk.

Sí sjónbandið av fallinum hjá Vladimir Putin niðanfyri:

##med2##

Vladimir Putin FACEPLANTS during ice hockey lap of honour!