Skála tapti fyri fyrstu ferð

1. DEILD: Heimasigurin í dag ber við sær, at 07 Vestur framvegis er ósigrað


Undan ferðini vestur í Vágar seinnapartin hevði næstbesta liðið hjá Skála hvørki vunnið ella tapt. Allir fýra dystirnir vóru endaðir við javnleiki.

Í dag tapti Skála 3-1. Harvið hevur liðið fýra stig eftir fýra javnleikir og eitt tap.

Jan Ingason Hansen legði Skála framum longu í sjeynda minutti. Skálaleiðslan helt, inntil ein stórur hálvur tími var farin. Tá javnaði Hørður Ingi Egilson. Hann var ikki millum teir fyrstu ellivu hjá 07 Vestur. Í 26. minutti avloysti hann Solomon Kwao, og seks minuttir seinni skoraði hann.

07 Vestur skoraði tvey mál í seinna hálvleiki. Ken Fagerberg var málskjútti seks minuttir eftir steðgin, og í 62. minutti staðfesti liðformaðurin Høgni Egilstoft Nielsen heimasigurin, tá ið hann skoraði til 3-1.

Sigurin ber við sær, at 07 Vestur framvegis ikki hevur tapt. Úrtøkan er trettan stig, og 07 Vestur hevur eins nógv stig sum Víkingur, ið er ovast á støðutalvuni.

Í sætta umfari skal 07 Vestur spæla á Sandi, meðan Skála fer í Gundadal at hitta B36.