Spælarametingar: Jákup dagsins maður á Skála

Sosialurin: Liðskiparin hjá KÍ átti enn eina ferð avgerandi leiklut

Mynd: (Álvur Haraldsen) Jákup B. Andreasen fegnast um at hava skorað til 1-0 móti Skála

Mynd: (Álvur Haraldsen) Jákup B. Andreasen fegnast um at hava skorað til 1-0 móti Skála

Í Sosialinum fyri mikudagin, sum kemur í hvørt hús, eru spælarametingar fyri dystin á Skála, har KÍ vann 1-0. In.fo kann í dag avdúka, at Jákup B Andreasen er valdur til dagsins spælara í dystinum.

Brot úr grein í Sosialinum dagfestir 15. mei 2019

Jákup B. Andreasen dagsins spælari

Spælarametingarnar vísa á, at KÍ spældi væl meginpartin av dystinum og vann. Skála kom ikki í gongd fyrr enn móti endanum og tað vísti seg at vera ov seint. Dagsins spælari er Jákup B. Andreasen.

Liðskiparin hjá KÍ spældi kanska ikki sín besta dyst, men hann enn eina ferð er hann avgerandi fyri KÍ. Hann er bindiliðið millum verjuna og álopið. Hann tekur ábyrgd bæði í verjupartinum og í framrættaða spælinum. Spælarametingin hjá honum er ikki heilt í topp, men hann avgjørdi ein torføran útidyst móti Skála. Eisini stóð verjan hjá KÍ royndina, eftir at Simen Sandmæl verður útvístur. KÍ kemur til fleiri málmøguleikar og flestu av klaksvíkingunum spældu yvir miðal.

##med2##

Hjá Skála eru nøkur ljóspunkt. Karstin Hansen er eisini eitt boð upp á dagsins spælara. Hann hevur fleiri framúr bjargingar, har hann millum annað bjargar brotssparki. Í miðverjuni standa Fróði Benjaminsen og Jákup Jakobsen sterkir í myndini, meðan Ronni Møller-Iversen er sjónligur í framrættaða spælinum. Tó gjørdi danin brotssparkið, sum KÍ fekk.

Spælarametingar endurspegla eisini, at hetta var ein ferðmikil dystur, har tað krevur nógv av vera við, skrivar Sosialurin.

Keyp Sosialin á netinum við at trýsta HER

Síggj allar spælararmetingar í Sosialinum, sum kemur í hvørt hús í morgin. Les eisini um EB/Streym, sum fekk eitt flott stig í Gøtu, har tað komu tvey reyð kort.

##ms##

Mynd: (Álvur Haraldsen) Jákup B. Andreasen fegnast um at hava skorað til 1-0 móti Skála

Mynd: (Álvur Haraldsen) Jákup B. Andreasen leggur KÍ á odda