Leita á in.fo

Hallur av Rana 20.07.2015 (11:45)

Starttíðirnar til Volvo Kring Føroyar 2015

Mikudagin byrjar árliga kappingin Volvo Kring Føroyar, ið varar líka til sunnudagin.


Talan er helst um størstu einstøku súkklukapping í Føroyum, og plagar hon eisini, at trekkja útlendskar íðkarar til Føroyar.


Fyrireikararnir boða í dag frá, at starttíðirnar verða hesar, og at allir bólkar byrja samstundis:


Mikudagin 22. juli kl. 15.00:

Startur: Wenzel í Tórshavn

Mál: Effostøðin í Runavík



Hósdagin 23. juli kl. 14:

Startur: Effostøðin í Klaksvík

Mál: Sornfelli


 
Fríggjadagin 24. juli kl. 15:

Startur: Effostøðin heima á Sandi

Mál: Effostøðin heima á Sandi


 
Leygardagin 25. juli kl. 13:

Startur: Effostøðin á Tvøroyri

Mál: Effostøðin á Tvøroyri


 
Sunnudagin 26. juli kl. 14:

Startur: Wenzel í Tórshavn

Mál: Wenzel í Tórshavn


Veitst tú eina góða søgu? Skriva til okkara á red(at)in.fo
Les ella lýs í Lýsingartorginum – trýst her