Leita á in.fo

Heri Simonsen 04.10.2015 (23:35)

Stjarnan gav Gunnari duppultan heiður

Gunnar Nielsen, landsliðsmálverji hevur fingið duppultan heiður, nú íslendska landskappingin endaði ígjár.

 

Gunnar er duppultur ársins spælari í Stjarnuni. Hann hevur fingið heiðurin, sum ársins spælari hjá liðfeløgunum, og so er hann harumframt valdur til ársins spælara í felagnum.

 

Gunnar sigur í stuttari viðmerking, at hetta var ein fínur máti at enda kappingini við. 

 

Stjarnan endaði annars á einum fjórða plássi í pepsideildini 2015. 


Veitst tú eina góða søgu? Skriva til okkara á red(at)in.fo
Les ella lýs í Lýsingartorginum – trýst her