Leita á in.fo

Stórsteypadysturin millum B36 og Víking verður í dag klokkan 15 á Tórsvølli

Tróndur Arge 22.02.2015 (13:19)

Stórsteypadysturin fluttur á Tórsvøll

Av tí at ov nógvur ísur er á Ovara vølli í Gundadali, er avgerð tikin um at flyta stórsteypadystin í fótbólti millum B36 og Víking á Tórsvøll í staðin.

Dysturin millum føroyameistararnar og steypavinnararnar frá farna kappingarári verður tískil spældur á Tórsvølli í dag klokkan 15.

Sum vant, er stórsteypadysturin skipaður í samstarvið millum Fótbóltssambandið og Lions Club í Føroyum, og allur ágóðin frá dystinum fer til vælgerðandi endamál.

Í ár fara pengarnir til Fountainhúsið, sum hevur til endamáls at geva fólki við sálarligum avbjóðingum eina meiningsfulla tilveru, innihald í gerandisdagin og nakað at koma upp til.


Veitst tú eina góða søgu? Skriva til okkara á red(at)in.fo
Les ella lýs í Lýsingartorginum – trýst her