Stórur spenningur í Gundadali

Kvinnur: Nýggja samansetta liðið sleppur seinnapartin av álvara at royna seg


Í síðstu viku var landsliðið í Litava, har tveir vinadystir vóru á skránni. Í báðum førum endaði tað javnt – 2-2 og 1-1.

Seinni dysturin var týsmorgunin og sama kvøld vóru spælararnir við hús aftur.

Í dag verður fimta umfar, sum tað stendur í skránni. Higartil hava fýra lið spælt tríggjar dystir, meðan B36 hevur spælt fýra dystir.

Stigatalvan sigur, at kappingin er so jøvn, sum hon kanska ongantíð áður hevur verið. Øll liðini uttan EBS/Skála hava seks stig.

Í dag hevur EBS/Skála møguleika at vinna fyrstu stigini. Tað verður á heimavøllinum undir Mýruhjalla, har KÍ verður gestur.

Í Gundadali fær HB vitjan av nýggja felagsliðnum ÍF/Víkingi/B68. Talan er um tvey lið, sum kennast at vera væl fyri, og sum í løtuni mugu roknast millum tey, sum kunnu fara at gera seg galdandi i kappingini um FM.

HB hevur vunnið ímóti EBS/Skála og KÍ og tapt ímóti B36.

ÍF/Víkingur/B68 hevur vunnið ímóti EBS/Skála og B36 og tapt ímóti KÍ.

 

EBS/Skála – KÍ: Pætur Ellingsgaard Rasmussen kl. 13.00

HB – ÍF/Víkingur/B68: Jón Tór Baldvinsson kl. 15.00