Leita á in.fo

Soleiðis sær Sandagerð út í løtuni

Neli Heldarskarð 24.07.2015 (21:21)

Strandarhondbóltur á Sandagerði í morgin

Nógv virksemi er niðri á Sandagerði í hesum døgum. Í gjárkvøldi var grind, og í morgin verða tað enn einaferð nógv fólk savnað niðri á sandinum.

 


Fjórða árið á rað verður nevniliga skipað fyri strandarhondbólti skamt undan ólavsøku. Tiltakið ber heitið Kjølur Beach Handball Cup. Tiltakið fevnir um tvær kappingar. Eina hjá kvinnum og eina hjá monnum.

 

In.fo hevur tosað við Julian Johansen, ið er eitt vælkent navn í føroyska hondbóltsheiminum og er ein av fyrireikarunum av kappingini, um tiltakið. Í fjør luttóku 17 lið í kappingini, men luttøkan er nógv størri í ár.

 

- Heili 28 lið luttaka í ár (16 hjá monnum og 12 hjá kvinnum), og tað er metluttøka. Harafturat verður matur og drykkivørur seldar fyri ein bíligan penga, og vit hava eisini tveir heitar pottar, har fólk kunnu taka sær av løttum, sigur Julian Johansen við in.fo

 

Sera nógv verður gjørt burturúr árliga strandarhondbóltstiltakinum í ár. Eisini vera tónleikanøvn at hoyra á Sandagerði í morgin.

 

- DJ Falkenberg fer at diska, og harafturat kemur Jens Marni eisini at spæla nøkur løg. Vit hava gjørt sera nógv burturúr tiltakinum í ár, og tí vóna vit at síggja eina rúgvu av fólki í Sandagerði í morgin, sigur Julian vónríkur. 

 

Tiltakið byrjar longu klokkan 08.45 um morgunin, og væntandi endar tað umleið klokkan 18.00. Julian leggur eisini afturat, at tað vera dómarar úr bestu hondbóltsdeildini, ið fara at døma dystirnar í kappingini.

 

At enda varð Julian spurdur, um fyrireikararnir av kappingini høvdu eina ætlan, um tað skuldi hent seg, at tað verður grindaboð í høvuðsstaðarøkinum, meðan hondbóltskappingarnar eru í gongd.

 

- So má grindin rekast til Sands, svaraði Julian við sínum eyðkenda, skemtiliga lyndi.