Tað er stórt trýst á Víkingi

Tað er neyðugt við úrtøku ímóti B36, sum einki heftir fyri, hóast skaðalistin er langur


Stigatalvan sigur, at B36 hevur tólv stig, og at Víkingur hevur fýra stig. Tí er talan um uppgerð seinnapartin, har dagsskráin hjá heimaliðnum er at vinna úrtøku og helst øll stigini.

Um úrslitið seinnapartin verður soleiðis, sum tað fyrstu fýra ferðirnar hevur verið hjá B36, so vera tað ellivu stig frá Víkingi og fram til toppin. Tá verður tað við øðrum orðum langt frá dreyminum um at vera við í kappingini um FM og til veruleikan.

Fyri einari viku síðani var Atli Gregersen leikbannaður. Mikukvøldið taldist hann millum málskjúttarnar, tá ið Víkingur í steypakappingini vann 6-2 á Eiði. Tað kemur væl við, at liðformaðurin aftur í dag verður í miðverjuni.

Sølvi Vatnhamar hevur ikki vant við fullari ferð síðani mikukvøldið, men hann verður við ídag.

Lagið er heilt gott í B36 leguni, hóast langa skaðalistan. Tað verður vónað, at tríggir av teimum, sum hava verið á skaðalistanum, vera førir fyri at vera á listanum ídag. Teir eru Michal Przybylski, Magnus Holm Jacobsen og Alex Mellemgaard.