Tað eru toppur og botnur í Fuglafirði

Fuglfirðingar eru sperdir í botninum, meðan dagsskráin á Skála er at halda tørn um næstfremsta plássið


Tað eru heilt ymiskar dagsskráir hjá liðunum báðum, tá ið tað seinnapartin verður oyggjauppgerð í Fuglafirði.

Hjá Hegga Samuelsen og ÍF snýr tað seg um at fáa fleiri stig á kontuna, so stigatalvan fer at vísa øðrvísi, enn hon ger eftir fýra umfør. Higartil hevur ÍF bara vunnið eitt stig. Tað var í 2-2 javnleikinum á heimavølli ímóti TB.

Mikukvøldið tapti ÍF 1-0 á útivølli ímóti B71 í steypakappingini. Tá ið støðan í landskappingini verður havd í huga, so ger tað neyvan so nógv, at fuglfirðingar ikki eisini hava steypadystir at hugsa um.

Allir ÍF spælararnir eru tøkir uttan málverjin Tóri Traðará, sum hevur verið skaddur síðani fyrsta umfar.

Hjá Eyðuni Klakstein og Skála sær tað nógv ljósari út. Mikukvøldið vann Skála seg í fjórðingsfinaluna í steypakappingini við 1-0 sigri á heimavølli ímóti AB.

Í dag er setningurin at halda tørn um góðu støðuna í landskappingini. Har er Skála næstfremst við níggju stigum – trimum færri enn toppliðið B36.

Álopsspælarin Søren B. Nielsen er framvegis so mikið skaddur, at hann ikki verður á listanum seinnapartin.